Í samband við, at nýggi dagstovnurin Látrið í Nólsoy alment verður tikin í nýtslu, verður móttøka í dagstovninum fríggjadagin 18. mai kl. 17.00
Undir móttøkuni fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða vælkomin, og Hildur Eyðunsdóttir, formaður í Mentmáladeildini hjá Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu.
Eisini fer kendi nólsoyingurin Kim Hansen at syngja undir hátíðarhaldinum.