Mótstøðulið hjá KÍ beinleiðis í sjónvarpi

Mánadagin var lutakst til Intertoto Cup, og KÍ skal spæla ímóti Hammarby úr Svøríki.

 

Týskvøldið kunnu klaksvíkingar og onnur síggja dyst hjá Hammarby beinleiðis á rásini Canal+.

 

Tað er Canal+ Sport 1, sum vísir dystin millum AIK og Hammarby beinleiðis frá kl. 19.00.

 

Dysturin er í triðja umfari av Allsvenskan, sum Canal+ regluliga sendir dystir frá.