Mótmælisfólk hava trokað seg inn í Kongressina í USA. Boð er givin um at steingja bæði Senatið og Umboðsmannatingið, upplýsir løgreglan sambært Reuters.
Sjónvarpsstøðin CNN greiðir frá, at løgreglan brúkar táragass ímóti mótmælisfólkunum fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Ófriðurin er brostin á, samstundis sum Kongressin formliga skal góðkenna úrslitið av forsetavalinum.
Fleiri túsund Trump-viðhaldsfólk mótmæla valúrslitinum við Kongressina.
Varaforsetin Mike Pence er eskorteraður burtur frá Senatinum, greiða tíðindafólk á staðnum frá sambært Reuters.
/ritzau/