Keypur tú jólagávur?
- Ja, eg elski at keypa jólagávur og brúki nógva tíð til at hugsa um, hvat eg skal keypa til tey ymisku, og hvat passar væl til tey, men eg royni kortini tað, eg kann, fyri at hetta ikki skal fylla ov nógv.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Eg haldi jól á Argjum saman við manni, børnum og ommudóttrini. Eg eri sera traditiónsbundin og vil helst, at alt skal verða, sum tað plagdi. Eg havi nógvar traditiónir við heimanífrá, sum eg enn havi við hvørji jól.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann sigur, at tey altíð lesa jólaevangeliið, áðrenn nøkur gáva verður latin upp, og ofta verður eisini ein søga lisin úr Mínari Jólabók.
- Eg vil sleppa í kirkju jólaaftan, sjálvt um tað er nakað nýtt, tí eg eri uppvaksin á Tvøroyri við, at vit fara í kirkju 1. jólakvøld, sum eisini er sera hugnaligt.
Hon sigur, at jólini hjá sær byrja ikki ordiliga, fyrr enn hon hevur hoyrt jólaevangeliið í kirkjuni. Jólaaftan eru tey eisini altíð í kirkjugarðinum, og tað er so vakurt at síggja øll ljósini, sum eru tendrað.
- Eg havi jólapynt frá bæði ommu míni og frá barnaheiminum, tí mær dámar væl jólapynt. Eg haldi eisini, tað hevur týdning at hava søguna við gjøgnum lívið, og soleiðis beri eg tað eisini víðari til míni børn og ommubarn.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann vísir á, at Jim Reeves við Silverbells og Elvis við Blue Christmas verða tendrað longu hálvan november, og tá vit eru komin inn í desember, so er Alex Bærendsen í hásæti.
- Jólatíðin fær meg at hugsa um barnaárini og tey, sum eru farin undan okkum. Eg haldi tað er gott fyri okkum, at vit onkuntíð geva okkum stundir at reflektera yvir tað, sum var, og tað, sum er.
Hon sigur, at hon fær eina velduga stóra takksemiskenslu, tá hon hugsar um síni barndómsjól, og hon roynir alt tað, hon kann, at føra hetta víðari til síni børn.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Absolutt hæddarpunktið var, tá eg fekk báðar døturnar, verson og ommudóttir heimaftur í summar. Tað, at gerast omma, er nakað heilt serligt, so eg eri sera takksom fyri at kunna síggja ommudóttrina hvønn dag.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Elsta dóttir mín misti pápa sín í ár, so tað hevur merkt hana og okkum sera nógv. Lívið ber nógv gott við sær, men tað hevur eisini tað við sær, at vit missa og at læra at liva við tí, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini er tíðin, har eg ofta eri sera kensluborin, tí eg hugsi um tey, eg havi mist og tann týdning, tey hava havt fyri meg – og so haldi eg, tað er so umráðandi, at vit ikki missa fokus á, hví vit halda jól.
Hon sigur, at hon hevur sína barnatrúgv, sum ikki er vikað ein tumma øll árini.
- Vit hava lyndi til at fokusera ov nógv upp á gávur og tað materialistiska, men tað er so umráðandi at finna innara friðin, njóta nærveruna, blaka telefonina og verða til staðar. Fyri meg er hetta tíðin, har eg hugsi nógv um, hvar leiðin gongur, og um eg eri á rættari kós, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.











