Eyðun á Borg, skúlalærari
------
MÁLÁGANGUR: Ein illlittur skurvblandingur av máldálkarum (politiski liturin er eyðkendur, men mín sann er eisini okkurt umboð úr flokki Bóndans við!?) roynir av øllum alvi at gera seg inn á beinagrind og merg móðurmálsins.
STAVRAÐ: Mong ymisk stavrøð eru kring heimin. Í Føroyum hava vit eisini okkara egna, serstaka stavrað, sum er eitt sindur øðrvísi enn onnur; men hetta er okkara stavrað, sum hoyrir til okkara serstaka móðurmál. Vit klára okkum fínt við tí.
Hasir “útlendsku” bókstavirnir í yvirskriftini hava ongantíð verið í okkara stavrað, tí vit hava ikki brúk fyri teimum. Kortini siga málblandararnir, at teir útlendsku hava fingið durafjórðingin. Hatta er møsn.
Einasta grundgeving teirra fyri bókstavavavstrinum er, at danskir myndugleikar (prestar) bronglaðu okkara fólkanøvn (og eftirnøvn) til okkurt, sum hvørki er fuglur ella fiskur, ja, í fleiri førum beinleiðis láturligt.
ÅGE: Lítli Åge segði við grátrødd: “Mamma, stavblandararnir hava ikki tikið mín bókstav við!”
SKÚLABØRN: Skúlabørnini eru von við føroyska stavraðið. Har eru eingir trupulleikar. Tey duga sjálvandi eisini tað danska og enska stavraðið. Har brúka tey “útlendsku” bókstavirnar. No problem! Skúlabørnini mugu sleppa at varðveita rættindini til tað óbroytta, føroyska stavraðið!
Nú siga skúlanæmingarnir við meg: Fáa vit nú c og x inn í stavraðið, so ráða vit sjálvir fyri, hvussu vit stava cigarett og citrón, øx o.s.fr. Eg meini tað!
C-DURUR: Í skúlanum spæla vit ikki so sjáldan í c-duri. Í skúlaorkestrinum spæla: Alex, Christian, Zacharias og eisini Åge, sum ikki sleppur við hjá “hinum.”
Sjálvandi sleppa hesir eisini at spæla í orkestrinum: Aleks, Kristian (og Krisjan), Sakaris og Áki!
ÍSLAND: Íslendskt er ein gróðurkvistur av føroyskum; málini (bókstavirnir) eru ógvuliga lík. Íslendingar fóru hin vegin, tóku “útlendsku” bókstavirnar úr stavraðnum. Tað gongur fínt hjá teimum. Høvdu vit bert havt eitt sindur av teirra málsliga, tjóðskaparliga stoltleika. Vit trívast betur í runuhylinum.
A, H,K,Y: Føroyingar (ikki minst fjølmiðlafólk) skuldu heldur lært seg at sagt hesar bókstavirnar rætt á føroyskum: a, sum í orðinum, tal, h, sum í HB, k, sum í KÍ, og y, sum í Brynhild og krydd (og ikki við danskari úttalu)!!
8 AV 11: Ikki færri enn 8 av 11 í Málráðnum vardu móðurmálið móti ótespiliga áganginum. Tykkum 8 takka móðurmálsins vinir (t.v.s. flestu føroyingar)!
Kortini tykjast tey fáu ikki at góðtaka eina fólkaræðisliga avgerð!? Ræðandi!
STAVSETINGIN: Núverandi støðan, viðvíkjandi at stava føroyskt, er vissuliga ikki góð, hvørki millum leik ella lærd. Koma so aðrir bókstavir aftrat, ja, so verður alt ein verri fløkjustampur.
FJØLMIÐLARNIR: Tey 8 í meirilutanum fáa spurning frá fjølmiðlafólki: “Hvat billa tit tykkum inn, ikki at lurta eftir teimum trimum í minnilutanum?” Hevði støðan verið øvut, at 3 limir av 11 vildu varðveita stavraðið, hevði spurningurin kanska ljóðað soleiðis: “Hvat billa tit 3 tykkum inn, ikki at góðtaka eina greiða, fólkaræðisliga avgerð?”
Góðu føroyingar! Gerið ikki ta óbótagerð, at tit fara at pilka við sjálvan mergin í móðurmálinum!
Við mál- og rættskrivingarkvøðu