Málmanshetjan hjá KÍF takkar verjuni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Emil Dam, sum hevur vant lítið hetta kappingarárið gjørdist avgerandi, tá KÍF koppaði H71

Arbeiðið og húsakeyp í Kollafirði hava forðað Emil Dam at venja fast við KÍF hetta kappingarárið. Hann hevur tó verið tøkur sum annar málverji ein stóran part av kappingarárinum. Í dag var hann fyrsti málverji, og tað sást ikki, at Emil Dam ikki hevur vant regluliga í vetur, tí 26 ára gamli KÍF-málverjin stóð ein branddyst, har hann stórbjargaði í fleiri førum, tá KÍF vann 25-23 á oddaliðnum H71 á útivølli í dag.

 

Tá Hilmar Jan Hansen á Rás2 fekk orðið á hann vildi hann tó ikki framhevja seg sjálvan, men vildi heldur framhevja, at hann hevði eina góða og sterka verju, sum gjørdi tað lættari hjá honum.

 

Fyri Emil Dam og liðfelagarnar hevði tað stóran týdning at koma gott í gongd aftaná steðgin í FTZ deildini, og leggja út við einum sigri. Nú ræður um hjá Emil Dam og liðfeløgunum at verða fokuseraðir, tá Team Klaksvík kemur á vitjan mikukvøldið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við málmanshetjuna hjá KÍF.