Stutt frammanundan hevði Newcastle keypt vandamikla áleyparan fyri 16 milliónir pund frá Real Madrid, men enski áleyparin spældi ikki nógvar minuttir í HM-endaspælinum, tí hann fór út við krossbandskaða, sum helt honum úti í eitt ár. Newcastle fekk 10 milliónir pund í endurgjaldi fyri hetta, og endurgjaldið, sum feløgini, ið lata leikarar til landsliðið nú fáa, er ein avleiðing av hesum.