Lýggjari veður í komandi viku

So verður ikki meiri kavi á hesum sinni, sigur danska veðurstovan DMI.

Brúgvaløg koma inn yvir Føroyar úr suðri, men fyrst í komandi viku mennist eitt nýtt hátrýst við Ísland. Hetta fer sum frá líður at veita støðugari veður í Føroyum.

 

Sunnudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinni fyrst og fremst av eystri og landsynningi. Hann øtlar spakuliga og um kvøldið verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan. Turt og sólglottar, men seinni samdrigið og seinnapartin regn av útsynningi. Hitin gongur spakuliga upp til millum 5 og 10 stig. Mánanáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum reg. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni av norði og landnyrðingi og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar. Hitin alt døgnið millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul up í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Turt og skýggjað. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynning og vestan og makar nakað. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein landsynningi og minkar til gul upp í stívt andøvsgul,  5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 10 stig.