Luttaka á størsta gospeltónleikatiltaki í Skotlandi

Jógvan Zachariassen:

Komandi leygarkvøld og sunnukvøld (24. og 25. juni) skal fagottleikarin og prædikumaðurin Jógvan Zachariassen í Hoyvík framføra á stórari konsert í Glasgow í Skotlandi.
Praise Gathering er tað størsta gospeltónleiktiltakið í Skotlandi, har uml. 330 sangarar og tónleikarar luttaka. Væntandi vera uml. 4000 fólk til konsertirnar.
Jógvan er boðin við sum solistur og fer at framføra norðurlenskar sálmar og fólkaløg á fagottini. Jógvan er kendur sum fagottleikari í Aldubáruni og við solofløgum sínum Making Melody og Faith.
Jógvan er eisini prædikumaður og leiðari í samkomuni Lívdini í Hoyvík. Í hesum sambandi er hann boðin at vera høvuðstalari á konsertini. Soleiðis fær Jógvan møguleikan at samantvinna tað, sum hann elskar mest  tónleik og Orð Guds.