Lutaíbúðir loysa bústaðarkreppuna

Vit skulu hava fleiri Tórsbyrgi, og tey skulu byggjast sum lutaíbúðir

Í áravís hava bankarnar havt frítt spæl til at trýsta bústaðarprísirnar upp gjøgnum teirra meklarafyritøkur, fyri harvið at skapa kapital til sín sjálvs. Bústaðarprísirnir í Tórshavnar kommunu eru nú so høgir, at teir eru væl hægri enn útveganarkostnaðurin. Og tí er tað eftirhondini vorðið eitt krav, at  leggjast skulu fleiri milliónir á borðið, fyri at fáa ein líkinda bústað í Havnini. Hetta er ein fulkomuliga skilaleys tilgongd, sum bara gevur stuttskygdar fyrimunir fyri bankarnar og spekulantarnar. Men landspolitikararnar sita á hondunum, og gera onki við trupulleikan.

Býráðið kann sjálvandi velja at lata standa til, og geva spekulantunum frítt spæl til at gera sær dælt av bústaðarkreppuni. Men tað ber eisini til hjá býráðnum at gera nakað munagott, við at føra ein aktivan bústaðarpolitikk, har lutaíbúðir og bíligar kommunalar leiguíbúðir eru kjarnin. Sjálvur gjørdi eg tey fyrstu uppskotini til lutaíbúðarlóg fyri eini 15 árum síðani, so tí vóni eg sjálvsagt at Tórshavnar kommuna loksins fer at brúka hetta bústaðarpolitiska amboðið.

 

Byggja sum í Tórsbyrgi

Alneyðugt er at økja um mongdina av bíligum bústøðum til tey, sum ikki ynskja at leiga. Hetta kunnu t.d. vera tilkomin fólk, sum vilja sleppa sær við stór sethús, og finna okkurt minni at búgva í. Men málbólkurin er eisini støk og familjur við lægri inntøkum. Nógv tann besti og tryggasti hátturin at fremja lutaíbúðarverkætlanir er, at kommunan stendur fyri teimum og síðan letur raksturin til Bústaðir.

Byggingin kann skipast á sama hátt sum í Tórsbyrgi, ið helst er tann mest væleydnaða verkætlanin av slíkum slag í Føroyum. Talan er um tætta bygging, við nógvum felags ágóðum, har fólk koma hvørjum øðrum við. Harumframt eiga slíkar verkætlanir eisini at fevna um vardar íbúðir, so tey ið hava slíkan tørv, eisini kunnu fáa trygg bústaðarviðurskifti.

 

Lutaíbúðir tálma prísvøkstri

Lutaíbúðarfeløg kunnu skipast á slíkan hátt, at tey bæði eru karmur um bústaðir, og tálma vøksturin í bústaðarprísunum. Lutirnir skulu ikki verða frítt umsetiligir, men seljast til festan prís ásettan av felagnum eftir einum bíðilista. Tá lutaeigari ynskir at selja, letur viðkomandi lutin aftur til felagið, sum síðan selir til tann sum er ovast á bíðilistanum.

Lutaíbúðafelagið ber størsta partin av rentum og avdráttum, og lutaeigararnar gjalda tí eitt ávíst rakstrargjald til felagið. Harumframt kemur kostnaðurin fyri lutin, sum t.d. kan liggja millum 200-400.000,- kr.

Saman við einum øktum útboði av kommunalum leigubústøðum kunnu lutaíbúðir virka tálmandi fyri prísvøksturin, tí tá veksur útboðið av bíligari bústøðum. Hinvegin loysir hetta sjálvandi ikki allar strukturtrupulleikunum á bústaðarøkinum. Tá er kravið, at landsmyndugleikarnar eisini spæla við.