Lukas og Midtjylland vunnu á Manchester United

Youth League: Føroyski Lukas Giessing kom á vøllin

FC Midtjylland, við føroyska Lukas Gissing á vøllinum seinasta minuttin, vann í dag í 1/8 finaluni í Youth League á ongum minni enn Manchester United. FC Midtjylland vann 3-1.

 

Youth League, sum er svarið upp á Champions League fyri U19-lið, hevði í dag føroyska luttøku. Hon var kanska ikki so drúgv, men úrslitið var framúr. FC Midtjylland vann 3-1 á heimavølli frammanfyri fimm túsund áskoðarum.

 

Stóri spælarin var Gustav Isaksen, ið skoraði tvey av málunum, áðrenn Oliver Olsen skoraði málið, sum staðfesti sigurin. Seinastu løtuna kom føroyski U-landsliðsspælarin, Lukas Giessing, á vøllin. Hetta er fimtu ferð, at hann er komin á vøllin og samanlagt er tað blivið til 39 minuttir, sambært UEFA.com.

 

Lukas Giessing spældi við tiltikna U17-landsliðnum, sum vann seg til EM-endaspælið í Kroatia í 2017, men skaðar gjørdu at hann ikki var við í sjálvum endaspælinum. Ein annar føroyskur U-landsliðsspælari, Hanus Sørensen, hevur eisini verið rundanum hópin, men var ikki við í dag.

 

Vit hava fyrr sæð Brand Hendriksson Olsen spælt í Youth League, har FCK millum annað vann á Real Madrid. FC Midtjylland skal nú spæla móti FC Porto úr Portugal í fjórðingsfinaluni.