Handilsvinnufelagið hevur í fleiri ár víst á, at tað eru misnøgd við lógina, ið ger tað møguligt hjá føroyingum at keypa MVG- og tollfríar vørur frá fyritøkum og handlum uttanlands, so leingi tað hevur eitt virði á undir 300 krónur.
Tað er annars ein møguleiki, ið nógvir føroyingar gera sær deilt av, men seinni árini hevur felagið hjá føroyska handilslívinum fleiri ferðir víst á, at tey ynskja at kappast undir somu treytum sum handlar uttanlands.
Higartil hava mótmælini ikki havt stórvegis ávirkan, men nú røkist fyri, at okkurt fer at henda. Jørgen Niclasen, nýggjur landsstýrismaður við fíggjarmálum, sigur, at hetta er nakað, ið tey í Fíggjarmálaráðnum fara at viðgera.
- Vit fara at hyggja eftir tí, men eg havi onga loysn upp á tað í verandi løtu. Man skal eisini minnast til, at hetta er ikki bara galdandi fyri pakkar, ið koma við postinum. Ein persónur, sum kemur við flogfarinum ella Norrøni kann taka upp til 2.500 krónur við til landi uttan at rinda toll ella MVG. So tað er ikki eitt so einkult mál, sigur hann.
Tað at landsstýrismaðurin fer at viðgera málið merkir kortini ikki, at brúkarar skulu stúra fyri hægri prísum á teimum vørum, ið tey keypa til Føroyar.
- Tað hevði verið rein protektionisma av føroyskum vinnulívi, um man framyvir skal rinda 300 krónur fyri ein pakka, ið man keypir á netinum fyri 100 krónur, og eg havi heldur ongan áhuga at senda stórar rokningar til vanligar føroyingar fyri hatta. Men tað hevði verið gott at funnið eina loysn, ið bæði vanligi føroyingurin og handilsvinnan eru nøgd við.
Og hóast Handilsvinnufelagið í fleiri ár hevur eftirlýst eina loysn á málinum, so er málið ikki millum tey, ið standa í fremstu røð hjá landsstýrismanninum.
- Vit hava eina rúgvu av øðrum málum at hyggja eftir, so einki embætisfólk situr við hesum málinum í løtuni. Men hetta er nakað, ið vit fara at kanna seinni, sigur Jørgen Niclasen.

Loysn skal finnast á MVG-fríu pakkunum

