Loysingarsamgongan og kongshúsið

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, blakar nú út eftir teimum stóru andstøðuflokkunum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Hesir flokkar, sum báðir eru samríkisflokkar, verða bidnir um at velja síðu, annaðhvørt teir vilja verða í parti við føroyingum ella donsku stjórnini, undir komandi samráðingum um framtíð Føroya.

Tíbetur hava formenninir fyri samríkisflokkunum víst hesum niðursetandi spurningi aftur. Tað er ófatiligt, at ein landsstýrismaður skal koma sær at undirmeta okkara andstøðuleiðarar á tílíkan hátt. Tað er nærum óhoyrt í føroyskum politikki áður. Hetta kann bert skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin avklæðir seg sjálvan, sum ein sera óbúnan politikara, ið ríður alt ov niðalaga fyri tíðina.

Mær rennur í hug, at hetta bert kann samanberast við greinina ?Ruk-volapykk?, sum stóð í Dimmalætting nakað fyri jól, og var skrivað av fyrrverandi politikkara. Hansara niðurstøða var, at fullveldisskútan sigldi við einum gomlum líki í lastini, og at tað var hetta lík, sum setti kósina.

Sum tað framgongur av hesi áðurnevndu grein, so hevur Høgni Hoydal sett sær fyri at stýra Føroyua landi eftir einum skúlaprojekti frá ?Ruk?.


Alt verður dult

Nú tykir mær, at landsstýrismaðurin hevur fingið kaldar førtur av sínum egna skúlaprojekti, tí nú skal alt knappliga verða dult sum mansmorð. Hetta kennist ørkymlandi, tí Høgni Hoydal hevur brúkt tað mesta av síni landsstýristíð til at greiða fólki frá, at hann legði alla orku í at handla við opnum kortum í fullveldismálinum.

Nú tykjast Løgmaður og varðaløgmaður at hava blandað kortini á ein slíkan hátt, at tey als ikki tola dagsins ljós. Men hvat er at fjala fyri samríkisflokkunum báðum?


Danakongur við

evsta valdi

Um vit skulu taka orðini hjá Høgna Hoydal í álvara, so fara bæði hann og Anfinn Kallsberg, løgmaður, at sita ?donsku megin borðið? undir samráðingunum við danir. Tí teir vilja hava evsta vald, evruna v. m., Men kortini vilja teir verða undir donsku krúnuni.

Sostatt fer danakongur at sita við evsta valdi í Føroyum, um Føroyar gerast fullveldi.

Tíbetur hava undirritaði og fleiri við mær varðhugan av, at fólkaatkvøðan kemur at vísa øllum sjálvstýrismøsni aftur.

Stigið samríkisflokkarnar á atkvøðudegnum!


Við sambandskvøðu

Andras Miðskarð