Lopið undan Dalsvegnum

Ein skriða er lopin undir vegnum til Dals. Mett verður ikki nóg trygt at koyra eftir vegnum, og tí er beinanveg farið undir at bøta um hann

Ferðslutrygd

Dali:
Staðfest er enn einaferð, at tað er alt annað enn trygt at koyra eftir Dalsvegnum. Landsverkfrøðingurin tekur málið í størsta álvara, og farið er at bøta um vegin.
Tað er lopið undir vegnum til Dals. Ein skriða er farin beint undir vegkantinum og heilt oman á bakkan. So mikið tykist farið undan av tilfari, at bugur kenst í vegnum og bilverjan í uttara borðið tykist rættiliga bogna.
Bilførarar, sum regluliga koyra til Dals, kenna seg ikki tryggar, siga teir. Serliga teir, sum koyra við størru bilunum. Ein lastbilførari, Sosialurin hitti á Sandi, metti ikki, at ráðiligt var at koyra har við tungum bilum, tí vegurin toldi tað helst ikki.
Heldur ikki Strandferðslan heldur tað vera ráðiligt at koyra til Dals við stórum bilum, og hevur ikki verið har, seinnu tíðina.
Bødvard Poulsen, sum hevur snikkaravirki í Dali, sigur, at hann hevur merkt, at Strandferðslan ikki kemur suður. Til dømis er vøra, hann hevur biðið um úr Havn, ikki komin suður, men varð løgd av á Sandi, haðani Bødvard sjálvur mátti heinta hana og koyra til Dals.
Av vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum sigur Finnleif Durhuus, at har verður málið tikið í størsta álvara, og farið verður beinanveg undir at bøta um skaðan.
Tað, sum gjørt verður, sigur Finnleif Durhuus, er at økið er merkt av, og skervur er lagdur í rennuna í ovara borði, so ferðslan kann ganga nærri klettinum.
Síðan verður kanturin tikin undan og ankrað verður í klettin í niðara borði, áðrenn stoypt verður uppaftur og fundament gjørt at seta vegin fastan á.
Bødvard Poulsen, snikkari í Dali, sigur við Sosialin, at hetta fýrir bara enn meira undir tosið um tunnil til Dals. Tað gerst alt meira eyðsýnt, hvussu neyðugt tað er við hesum tunlinum, sigur hann.
Men hann ásannar, at tað fara helst at ganga fleiri ár, áðrenn ein slíkur tunnil kemur, og og tí verður bara vónað í Dali, at vegurin ikki fer til havs fyri ta tíð.