Álop á kollveltingarhirðina í Iran

Næstovastin í teirri máttmiklu kollveltingarhirðini í Iran doyði í einari sjálvmorðsatsókn í dag. Almenna tíðindastovan IRNA skrivar, at nógv fólk lótu lív í atsóknini, og at uppaftur fleiri fingu skaða. Millum teirra, sum doyðu, var generalurin Noor Ali Shooshtari, sum var næstovasti í hirðini.

Kollveltingarhirðin hevur sera stórt vald í Iran og hevur millum annað tætt tilknýti til Mahmoud Ahmadinejad, forseta.

IRNA skrivar einki um, hvør skipaði fyri atsóknini, men tær útlendsku tíðindastovurnar nevna tann sunnimuslimska felagsskapin Jundallah, sum stríðist fyri at útvega sunnimuslimunum í Iran betri rættindi. Í mai lupu limir í felagsskapinum á eina shiamuslimska mosku. Álopið kostaði 25 mannalív.