At hava fíggjarligt frælsi, vera sín egni stjóri og arbeiða heimanífrá nakrar tímar um vikuna ljóðar sum ein dreymur. Og tað er sera ómakaleyst at koma har til. Tað hava óvanliga nógvir føroyingar í øllum førum fingið at vita seinasta árið - serliga ungar kvinnur.
Ein teirra er 24 ára gamla Milja K. Pattinson Joensen, sum hevur verið seljari fyri fyritøkuna Forever Living, ið er førandi innan húð- og hárprodukt frá Aloe Vera. Men aftaná at hava verið partur av hesum virkseminum í knapt eitt ár, hevur hon nú valt at venda Forever Living bakið.
– Eg vaknaði og sá, hvussu langt úti hetta var. Tey prenta ein dreym í høvdið á fólki, sum ger, at øll fara eftir málinum at blíva millioner. Men tað er bara ikki pláss fyri øllum at vera millionerar í senn, sigur hon í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.
Forever Living byggur á tað sokallaða Network Marketing - eitt handilskoncept, har selt verður beinleiðis frá framleiðara til kunda gjøgnum eitt breitt netverk av sjálvstøðugum seljarum.
Milja var millum tey ovastu í føroysku føðiketuni og hevði eini 80 fólk undir sær, sum merkir, at hon fekk prosentir av teirra sølu. Í Vikuskiftis Sosialinum fortelur hon, at hon av øðrum hægri í hierarkinum er blivin manipulerað til at halda fram í Forever Living, og at seljarar gera sær dælt av lygnum og hálvum sannleikum, tá mann skal rekruttera nýggj fólk í sítt toymi.
Forever Living harmast um keðiligu upplivingina hjá føroysku Milju.
– Tað er sera harmiligt at hoyra, at hesin seljarin hevur haft hesar upplivingar við sínum arbeiði. Endamálið við Forever er sum so tað mótsatta - at geva møguleikan fyri at uppbyggja sína egnu fyritøku við frælsinum at velja nær, hvar og hvussu nógv mann vil arbeiða, sigur Fredric Alerstam, sum er Country Manager í Forever Living.
Les meira í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum.