Løstir - ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

Hetta eru forteljingar um, ikki at passa inn. Um at føla seg frávaldan í eini skúlaskipan, ið ikki megnar at lofta tær. Hetta eru forteljingar um at eydnast. Um sjúku, sum kemur sníkjandi. Um at missa seg sjálva. Um at liggja krúllaður undir eini dýnu og vera sannførdur um at vera fullkomiliga miseydnaður. Hetta eru forteljingar um, at berjast fyri lívinum. Um aftur at finna ein veg úr myrkrinum.

 

Løstir er nýskrivaður leikur hjá yrkisleikarunum Bárður Persson (FO) og Barbaru Hesselager (DK).

 

Bárður og Barbara møtast í Aarhus í 1998, har tey næstu fýra árini skulu ganga á sjónleikarskúlanum á Aarhus Teater saman. Bárður og Barbara hittast aftur 20 ár seinni og finna útav, at umframt at hava leiklistina í felag, deila tey eisini aðrar upplivingar. Bæði kenna tey til torfør barna- og ungdómsár, innleggingar í psykiatriini og ta drúgvu leiðina at finna fótafestið aftur við teimum løstum, ið fleiri ára bardagi við sálarkvøl hevur elvt til.

 

Við sjálvsironi, dirvi og lættleika - og ikki minst leikarum, sum hava merkt sjúkuna á egnum kroppi - verður leikurin pallsettur í Norðurlandahúsinum.

 

Fólkini handan verkætlanina vóna, at leikurin kann vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri til at tosa opið um at stríðast sálarliga.

 

Leikt verður í Norðurlandahúsinum 24. og 26. mai.

 

Prát um sálarheilsu

Eftir frumsýningina 24. mai bjóða Sinnisbati Ung og Sinnisbati til stutt prát um ung og sálarheilsu og fyribyrgjandi átøk.

 

 

 

Toymi

Ria Tórgarð, leikstjórn og lagt til rættis

Bárður Persson, leikrit og leikari

Barbara Hesselager, leikrit og leikari

Billa Jenný Jónleifsdóttir, pallmynd

Winnie Østergaard, ráðgevandi høvundur

Gunnhild Persson, samskipan og framleiðsla

 

 

 

Stuðlað verkætlanini hava

Norðurlandahúsið

Sinnisbati

MEGD

LISA

Almanna- og mentamálaráðið