Men hvat merkir tað, at Løgtingið skal vera meira atkomuligt hjá øllum fólkum?
– Tað merkir, at vit skulu tryggja, at Løgtingið er nóg atkomuligt til allar borgarar. Vit fara at kanna, um vit kunnu gera nakað við heimasíðuna hjá Løgtinginu, soleiðis at tey, sum hava avbjóðingar við at lesa vanligan tekst, eisini kunnu vera við. Er okkurt, sum her kann broytast, so fara vit at gera tað, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforfrú.
Hon hugsar eisini um fysisku karmarnar í Løgtinginum, at tær skulu vera soleiðis, at tað er lagaligt hjá øllum at koma inn í løgtingssalin.
Og so eru tað umstøðurnar hjá tingfólki, sum nýggja forkvinnan eisini ætlar at gera nakað við.
Avtala er gjørd við Havnar Arbeiðarafelag um, at Løgtingið skal leiga hølini, har Landsverkfrøðingurin hevur verið seinastu mongu árini.
– Avtalan er komin upp á pláss, men hini viðurskiftini eru ikki komin upp á pláss enn. Hvussu umstøðurnar hjá tingfólki skulu vera, sigur Bjørt Samuelsen.
Tað hevur ligið í kortunum, at tingfólk fáa hvør sína skrivstovu. Umstøður til tað hava ikki verið nóg góðar í Løgtinginum.
Løgtingið fer til arbeiðis í næstu viku, og fyrsti tingfundur verður hósdagin. Tá verður eisini fyrsti fundur í nýggja formansskapinum á tingi.