Hetta skrivar franska tíðindastovan AFP.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at hann var uttan fyri lívsvanda.
Sambært fronsku sjónvarpsstøðini BFMTV, sum hevur tosað við eina keldu hjá løgregluni, var talan um sýnagoguna Beth Yaacov í La Grande-Motte í Languedoc-Roussillon-økinum.
Ákæruvaldið, sum fæst við yvirgangsøkið, skal standa fyri kanningini. Tað segði forsætisráðharrin í Fraklandi, Gabriel Attal.
- Sýnagogan La Grande-Motte varð álopið í morgun, skrivar Attal á sosiala miðlinum X.
- Ein antisemitisk gerð. Aftur her eru okkara jødisku borgarar mál fyri álopum.
/ritzau/