Løgreglan tikið umboð fyri Sea Shepherd

Maður frá Sea Shepherd er skuldsettur fyri ólógliga framferð í grind í gjár

Tá ið grind var í Skálafirði í gjár, varnaðust fólk, at ein drona fleyg uppi yvir grindini, og at ein maður sat nakað burtur frá og stýrdu henni. Løgreglan sigur, at maðurin varð tikin og hann er nú skuldsettur fyri ólógliga dronuflúgving. Maðurin noktar seg sekan, men tað krevst serligt loyvi at flúgva við dronu, og tað hevði hann ikki.

 

Tað, vit hava fingið upplýst aðrastaðni, er talan um sama mann, sum eisini varð tikin fyri at flúgva við dronu í øðrum grindadrápum her fyri.

 

Løgreglan sigur, at málið gongur sína gongd, men bótin fyri at flúgva ólógliga við dronu, er stór, einar 3.000 krónur, men endurtekur lógarbrotið seg, veksur bótin rættiliga skjótt.

 

Annars stendur í lógini, at sjóøkið kring grindina er at rokna sum grindarakstrarøki ein fjórðing í allar ættir, og tað er at roknað frá einum og hvørjum hvali í grindini, sum sæst.

 

Men harumframt kann sýslumaðurin lýsa eitt størri grindarakstrarøki, metir hann tað vera neyðugt. Harumframt kann sýslumaðurin lýsa øki á landi, ella í loftrúminum yvir grindini, sum grindaøki.