Yvirlýsing
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
Í samband við Altjóða Mannarættindardagin í dag, heitir Sjálvstýrisflokkurin á politisku skipanina við ábyrgd fyri útlendingmálum um at skipa so fyri, at mannarættindini hjá øllum føroyingum verða vird.
Tó at tað í ár eru liðin 60 ár, síðan heimsins tjóðir skrivaðu undir heimsyvirlýsingina hjá ST um mannarættindi, mugu vit í Føroyum seta okkum spurningin, um Føroyar liva upp til kravið at:
“Øll menniskju eru eins nógv verd, og at øll menniskju hava rætt til eina virðiliga viðferð og eitt virðiligt lív”.
Ein sjálvsagdur mannarættur má verða, at ein og hvør hevur rætt at velja sær hjúnarfelaga, um livað verður upp til treytirnar í galdandi hjúnarbandslóg. Men her eru ikki øll líka fyri lógini. Tað er nevniliga nærum ógjørligt hjá útlendingum uttanfyri norðurlond og ES at fáa arbeiðsloyvi, ið er ein fortreyt fyri at fáa uppihaldsloyvi..
Politiska skipanin og vit sum samfelag kunnu ikki góðtaka, at nógvir føroyingar saman við útlendskum maka mugu flyta uttanlands at búgva, tí restriktiva reglu- og lógarverkið leggur fótonglar í vegin fyri, at hesi kunnu verða verandi í landinum.
Nógvar familjur og einstaklingar sita í hesum døgum við bivandi hjarta og bíða eftir svarinum frá løgreglu og Udlændingeservice. Óvissan og óttin nívir, tí er svarið noktandi, noyðast tey at flyta av landinum.
Tað kann ikki vera rætt, at umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi skulu viðgerast á vanligan hátt, tá talan er um útlending, sum við kærleikans bondum er knýttur at føroyingi. Hetta er als ikki í tráð við grein 16 stk. 1 og 3 í heimsyvirlýsingingini um mannarættindi, sum sigur, at menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldur, skulu uttan mun til ættarslag, tjóðskap ella átrúnað hava rætt at giftast og setast í búgv, og at húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi.
Ein annar bólkur eru teir 23 útlendingar, sum í 2000 komu til Føroyar og enn ikki fingið varandi uppuhaldsloyvi, hóast tey uppfylla treytirnar og hava verið her í 8 ár.
Sjálvstýrisflokkurin hevur heitt á Amnesty International, um at varpa ljós á trupuleikan og vanlukkuligu støðuna, hesin alsamt vaksandi bólkur er í. Vit kunnu ikki longur lata eyguni aftur og geva øllum øðrum skyldina.
Nú er nóg mikið tosað, her má finnast ein loysn á útlendingamálinum.