Havn: - Hvussu verður barnið ment kensluliga og intellektuelt gjøgnum málið?
Hetta er evnið á eini ráðstevnu sum verður hildin á Hotel Føroyum í døgunum 29. og 30. august í ár.
Hetta er ein stevna, har ein væntar luttakarar úr øllum Norðurlondum. Orsøkin til hetta er, at henda ráðstevnan júst verður skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norðurlond á hesum øki.
Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er nú túrurin komin til Føroyar. Ætlanin er at skipa hesa ráðstevnuna annaðhvørt ár.
Á ráðstevnuni í ár fáa luttakararnir atongd til nógvar áhugaverdar fyrilestrar, eins og góð høvi eru til prát og tjak um felags áhugamál millum luttakararnar.
Og nógv felags áhugamál skuldu verið at práta um, tá eitt nú rektarar, sálarfrøðingar, námsfrøðingar, málvísindafólk, teknmálstulkar - og deyv, sjálvandi - hittast á sama staði.
Ovurstór luttøka
Fyrireikingarnar til ráðstevnuna, sum Sernámsdepilin skipar fyri, eru komnar væl í gongd. Skal ein ganga eftir tilmeldingunum er líkt til, at áhugin er stórur.
Longu nú hava omanfyri 100 luttakarar boðað frá, at teir verða við á ráðstevnuni. Og hetta var meiri enn fyrireikararnir høvdu væntað.
-Men hetta vísir bara, hvussu stórur tørvur tað er á at koma saman at viðgera júst hesi evnini við samskifti og málmenning, sigur Edny Poulsen, sum saman við Virgari Hvidbro og umboðum úr Noregi og Svøríki skipa fyri ráðstevnuni.
Tey kunnu eisini fegnast um, at føroyingar hava víst hesi ráðstevnuni áhuga, tí einir 30 føroyingar hava somuleiðis boðað frá luttøku.
Etiskt sjónarmið
Ráðstevnan byrjar mánadagin 29. august, og verður beinanvegin farið undir fyrsta evnið.
Hetta evnið er viðkomandi fyri øll ? eisini tey deyvu ? tí heitið á fyrsta fyrilestrinum er "Rætturin til eitt mál út frá einum etiskum sjónarmiði".
Seinnapartin er eitt annað áhugavert evni á skránni. Tá fara tveir av útlendsku gestunum fara at tosa um næmingar við serstøkum hoyribreki, har eitt tól er sett í innara oyrað, soleiðis at tey kunnu skilja tað, ið hini siga.
Um kvøldið verða allir luttakarnir bodnir til eitt føroyskt kvøld í Norðurlandahúsinum, soleiðis at gestirnir úr grannatjóðum okkara eisini fáa eitt innlit í føroyska mentan.
Týsdagin 30. august heldur ráðstevnan fram, tá tosast skal nærri um tann týdningin, sum málið hevur fyri menningina av barninum.
Seinnapartin henda dagin er stórur pallborðsfundur, har politikkarar úr øllum norðurlondum verða við. Millum hesar eru Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm, saman við norska ráðharranum í kirkju- og undirvísingamálum, Jan Olav Olsen og Brit Hildeng, sum situr í almannanevndini í norska stórtinginum.
Seinni um kvøldið endar ráðstevnan við veitsludøgverða, og morgunin eftir fara luttakararnir hvør til sítt.