Øll framstig eru at fegnast um

Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag um PISA kanningina 2015

Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at tað er sjálvandi at fegnast um, at tað er ein framgongd at síggja í PISA kanningini fyri 2015.

 

- Øll framgongd er at fegnast um og tað er serliga gleðiligt at síggja, at tann teir flestu bólkarnir flyta seg uppeftir, eisini teir veikastu, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Hann sigur víðari, at tað er gott, at vit nærkast hinum norðurlondum og at vit samaumtikið nærkast teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at tað er eisini gott, at myndugleikar sýnast at taka úrslitið til sín og vilja gera okkurt við tað. Herálvur Jacobsen sigur, at serliga innan tað náttúruvísindaliga, har úrslitið kundið verið betur, sigur Mentamálaráðið seg vilja endurútbúgva lærarar og harvið førleikamenna teir. Tað er gott, sigur Herálvur Jacobsen.

 

- Nú mugu vit eisini tryggja okkum, at allir lærarar hava góðar umstøður at endurútbúgva seg í. Serliga teir í Suðuroy og í Sandoy mugu ferðast langt fyri at kunna verða við í endurútbúgvingini og tað er ikki nóg gott, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Fjølbroytt tilfar hevði eisini muna

 

Spurdur um hann metir, at frálærutilfarið er á føroyskum, ger mun í undirvísingini, sigur Herálvur Jacobsen, at tað ger tað. Næmingar kunnu betur læra at skilja torfør hugtøk og ástøðir um tað er á teirra egna máli, men hann eftirlýsir eisini eitt fjølbroyttari tilfar. Í mun til okkara grannalond, so mangla vit fjølbroytni í okkarar frálærutilfari, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.