Audio Exhibition (ljóðframsýning) er ein framsýning við listamanninum og hansara listaverkið. Fríggjakvøldið 26. oktober kl. 21.30 verður hendan sýning framførd av einum sjónleikara, einum trombonspælara og einum slagverksspælara í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Orðini, ljóðið og tónleikurin kann upplivast á heilt nýggjan hátt við hesari uppseting.
Bert fáir stólar eru settir upp, til tey ið helst vilja sita. À hendan hátt kann áhoyrarin koma heilt nær at listamanninum, ella hann kann standa longri burtur og eygleiða tað frá einari fjarðstøðu - júst, sum tað er møguleiki at gera á einari listaframsýning, so kann áhoyrarin ganga runt og vónandi fáa eina nýggja mynd av tónleikinum og orðunum.
Àðrenn og eftir framsýningina er møguleiki fyri at keypa okkurt leskiligt.