- Vit eru komin í samstarv við býir kring allan heim í samband við integratión og vit vilja brúka hetta samstarvið at læra frá teimum.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, í samband við samstarvið Intercultural Cities Programme.
Jógvan Skorheim sigur víðari, at umframt at fáa fólk hendaveg, ið kunnu læra okkum eftir teirra royndum, so kunnu vit eisini geva frá okkum á henda hátt.