Livravirkið fær ov lítið at arbeiða við

Hóast stórt skiftisavlop fyri hvørt kilo hevði Livravirkið á Eiði hálva aðru mió. krónur í halli í fjør Faroe Marine Biotech ella Livravirkið á Eiði hevði hálva aðru mió. krónur í halli í fjør. Eginpeningurin hjá virkinum er burtur og má endurreisast, sigur grannskoðarin á í roknskapinum.

Tey seinastu fimm árini hevur úrslitið hjá virkinum verið 5,5 mió. krónur tann skeiva vegin. Í fjør var bruttovinningurin annars eitt pluss upp næstan 1,2 mió. krónur.

-Virkið hevur prógvað, at tað er lønandi at gera lýsi úr fiskalivur, tí vit hava besta skiftisavlop fyri hvørt kilo av fiski. Trupulleikin er bert, at vit fáa ov fá kilo at arbeiða við, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður í Faroe Marine Biotech, við Kringvarpið.

Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>