Liverpool gjørdi dýrasta keypið

Premier League: Liverpool gjørdi størsta keypið í januar, men ætlaði sær eisini ein afturat, men tað glapp

Liverpool gjørdi dýrasta einstaka keypið í flytingarvindeyganum, sum lat aftur í gjár. Liverpool keypti Luis Díaz frá FC Porto fyri 330 milliónir krónur, umframt møguligar 100 milliónir krónur, alt eftir hvussu spælarin avrikar.

 

Liverpool hevur í eina tíð verið sett í samband við kolumbiska vongin, sum tykist passa væl inn í spælistílin hjá Liverpool, har Luis Díaz helst kann spæla á trimum teimum fremstu plássunum, tó mest á vinstra vongi.

 

Hann er fýra ár yngri enn Sadio Mané, sum annars hevur átt plássið á vinstra vonginum seinnu árini. Hann hevur tó sæð nakað slitin út seinastu tvey kappingarárini. Liverpool keypti Luis Díaz fyri nøsini á Tottenham, ið segði seg hava eina minnliga avtalu FC Porto og Luis Díaz.

 

Beint eftir keypið vóru søgur eisini í gongd um, at Liverpool ætlar sær evnaríka Fabio Carvalho frá Fulham, sum spælir í næstbestu deildini. Sáttmálin hjá honum gongur út í summar, men her komu patarnir ikki á mál, áðrenn klokkan 11 í gjárkvøldið.

 

Fyribils verður væntað, at Liverpool fær fatur á 19 ára gamla framrættaða miðvallaranum til komandi kappingarár. Ætlanin var at portugisiski bóltsnillingurin skuldi útleigast aftur til Fulham restina av kappingarárinum.

 

Tað bleiv eisini væntað, at Liverpool fór at selja onkrar av Nat Phillips, Takumi Minamino, Divock Origi og møguliga Joe Gomez. Tað endaði við at miðverjin, Nat Phillips, bleiv útleigaður til AFC Bournemouth, meðan eyka høgri bakkurin, Neco Williams, bleiv útleigaður til Fulham.

 

Liverpool er í løtuni nummar tvey í Premier League, og er við í Champions League, FA Cup og í Liga Cup finaluni.