Lutakast hevur verið til bólkaspælið í Champions League. Tað bleiv til fleiri spennandi dystir. Liverpool endaði í einum krútbólki við Atletico Madrid, FC Porto og AC Milan.
Í bólki A møtast Manchester City og Paris Saint Germain. Tað er ein endurtøka av hálvfinaluni frá farna kappingarári. Her er eisini talan um Lionel Messi móti gamla venjaranum, Pep Guardiola. Verandi meistararnir úr Chelsea komu í bolk saman við Juventus.
Sheriff Tiraspol, sum vit skrivaðu um fyrr í dag, er við fyri fyrstu ferð. Liðið úr Moldova skal spæla móti Inter Milan, Real Madrid og Shakhtar Donetsk. Í bólki F kom Manchester United í bólk saman við Villarreal, Atalanta og Young Boys.
Bólkarnir síggjast her:
Bólkur A:
- Manchester City
- PSG
- RB Leipzig
- Club Brugge
Bólkur B:
- Atletico Madrid
- Liverpool
- FC Porto
- AC Milan
Bólkur C:
- Sporting
- Dortmund
- Ajax
- Besiktas
Bólkur D:
- Inter
- Real Madrid
- Shakhtar Donetsk
- Sheriff Tiraspol
Bólkur E:
- Bayern München
- FC Barcelona
- Benfica
- Dynamo Kyiv
Bólkur F:
- Villarreal
- Manchester United
- Atalanta
- Young Boys
Bólkur G:
- Lille
- Sevilla
- Salzburg
- Wolfsburg
Bólkur H:
- Chelsea
- Juventus
- Zenit
- Malmö