Havrógvingin hjá Livar Nysted og bátsfeløgum hansara, hevur vakt ans kring um í heimi. Og nú hevur kenda sjónvarpsrásin, Discovery, eisini varnast hesar sermerktu rógvararnar og brøgd teirra á heimsins høvum.
Sum vit lósu á in.fo nú ein dagin, hevur Livar Nysted í hyggju at leggjast á havið enn einaferð næsta ár, tá ið teir fara at royna at seta nýtt met á teininum úr kanarisku oyggjum til Barbados í Suðuratlantshavi.
Les eisini: Nú fer Livar eftir heimsmetinum
Livar Nysted sigur, at teir nú hava fingið boð um, at Discovery ætlar at gera sjónvarpssending um ferðina. Hann sigur, at tey hava fingið boð frá Discovery, at ætlanin er at gera sending áðrenn teir leggja á hav.
Men ætlanin er ikki at fylgja við teimum tvørtur um Suðuratlantshav. - Tað fylgir einki skip við okkum, tí vit vera einsamallir á ferðini, men hinvegin fer Discovery at lata okkum upptøkutól at hava við á ferðini, sigur Livar Nysted.
Samstundis fara tey at læra okkum at brúka tey, so at vit kunnu taka upp sjálvir á ferðini tvørtur um hav, sigur havrógvarin úr Hvannasundi. Men so er ætlanin, at Discovery aftur stendur fyri teimum, tá ið teir leggja at landi á Barbados. Men nær sendingin fer at verða send, er óvist, sigur Livar Nysted.
Nú hevur Livar róð um fleiri høv og hann hevur sett fleiri met. Vit spurdu hann eisini, nær hann verður mettur av havrógving. - Tað vænti eg ongantíð at er verði. At biðja meg gevast at rógva fyri tað um eg havi róð um fleiri høv, er sum at biðja ein fótbóltsspælara um at gevast at spæla fyri tað um hann hevur spælt fleiri dystir. - Eg rógvi so leingi eg orki, men eg eri eisini fullgreiður yvir, at einaferð sigur kroppurin stopp, leggur hann afturat. |