Mikukvøldið 29. oktober klokkan 19 - ella um eina viku - verður forvitnisligur fyrilestur við Livari Nysted á Loftinum í Sandavági. Loftið er Haraldstovuhandilin í bygdini.
Livar fer at tosa um sínar sjóferðir gjøgnum trý heimshøv, og hann fer eisini at vísa myndir frá hesum ferðum.
Vága kommuna sigur, at fyrilesturin er liður í átakinum "virkin sum longst", sum Nærverkið hevur sett í verk.
- Hesin fyrilestur er tó skipaður av Vága kommunu, sum vil bjóða teimum eldru í kommununi nøkur tilboð at fara til, sigur kommunan.