Livandi tónleikur í Leikalund

Nú tað stundar til jóla, fer Leikalund at royna at fáa fólk í jólahýr við at hava ymisk tiltøk í hugnaliga umhvørvinum úti í Klaksvík.

Byrjað verður komandi  fríggjakvøld, 9. desembur, tá livandi tónleikur, við Hans Hjalta Skaale, Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, verður at hoyra. Tiltakið byrjar kl 21.00 og heldur áfram til kl 23.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nærri verður lýst við komandi tiltøkum.