Ein nýggjur Kia elbilur er ávegis til Evropa. Talan er um Kia Soul EV, sum koyrir 212 km upp á eina løðing.
Kia Soul hevur ikki verið so nógv seldur um okkara leiðir, men í t.d. USA er hann sera væl umtóktur. Men nú hann eisini fæst sum elbilur, verður roknað við, at hann kemur at sláa ígjøgnum á evropiska marknaðinum.
Bilurin er lutfalsliga stuttur og høgur og er lættur at koma í og úr. Kia Soul EV fæst í nógvum ymiskum litum og litsamansetingum. Eins og allir Kia hevur hesin 7 ára garanti.