Álitið á býráðið rokið ein túr...

Birgit Clementsen
---------
Fyri trimum mánaðum síðani komu tveir menn frá Tórshavnar kommunu inn til mín og søgdu, at eg skuldi út úr íbúðini í tvær vikur til ein mánað, ímeðan tryggingin umvældi ein vatnskaða, og tað skuldi verða beinanveg, mær nýttist einki at taka við mær, bert klæði. Møblar og tílíkt skuldi eg ikki hgusa um, tað kundi bara standa, tað snúði seg bert um nakað, sum var skjótt at gera.
Eg hevði ein frens, sum var mítt kelidjór, og eg lat teir vita, at eg fór ongan veg uttan hann. Tá eg kom í tryggingaríbúðina kundi eg ikki hava frensin, tí tað var ikki loyvt at hava kettu ella hund har, so eg mátti siga monnunum um støðuna, tí eg fór altso ikki nakran veg uttan frensin. Svarið frá teimum var bert, at eg kundi ganga heim í íbúðina og mata hann, so tað mátti eg so gera. Eg svav eisini inni hjá honum um náttina og slapp honum so út um morgunin klokkan 7:30, tá eg sjálv fór, men tað sá ikki so gott út, sum dagarnir gingu, tað bleiv meira og meira brotið niður í íbúðini, bert eitt lítið pettið eftir av stovugólvinum, har sofa og annað var skramblað saman, og eitt petti av sama slag í sovikamarinum. Hvat skuldi hetta til fyri ein lítlan vatnskaða á WC gólvinum og ein undir køksvaskinum? Tað skilti eg ikki, bæði eg og frensurin, ið eitur Nati, fødu okkum illa tilpass.
Tá eg fór at ótolnast og spyrja, fekk eg bert eina ósannheit fyri og aðra eftir. Nú hevði íbúðin staðið sum ein ruin í tveir mánaðir, og eingin arbeiðsmaður at síggja. Hann hevði bert brotið alt niður í íbúðini og síðan rýmdur, nú skuldi eg eisini út aftur úr íbúðini hjá tryggingini. Og eg var nú vorðin eitt mál hjá Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, har fekk eg so eitt stað at bíða í frammvegis, og har kundi eg endiliga hava Nati við mær, men tað, sum nú hendur, nú eg skal flyta við Nati, nú er hann ikki at finna, hann er blivin vekk, má eg konstantera, havi leitað og rópt og gjørt alt eg kann, men hann er ikki komin enn, eg sovi enn í ruinini, men nú tí at eg bíði eftir, at hann skal koma aftur, so eg kann taka hann við mær í tað nýggja bíðistaðið, sum faktiskt er 50 ferðirnar verri standi enn mín íbúð nakrantíð var. Tað eru meira enn tríggir mánaðir síðani, at hesir báðir menninir frá Tórshavnar kommunu komu hin ringa dagin og skryktu teppið undan beinunum á mær. Nú spyrji eg ikki meira. Tað ganga søgur um húsið av einum og øðrum slag, eg havi einki fingið at vita uttan ósannheitir. Ongantíð innformerað um íbúðirnar og enn gjaldi eg høvnn mánað, sum stendur utttan vatn, uttan WC, uttan gólv.
Í morgun tá eg skuldi fara og levera lesarabrævið, kom Nati aftur, men hann so ikki gott út, innholaður vigaði næstan sum ein sigarettpakki, fekk medisin frá djóralæknanum beinanvegin, og um fimm dagar skuldi hann verða komin fyri seg aftur. Hann hevur tað gott nú, liggur her og knurrar hjá mær í tí nýggju íbúðini.

P.s. Mítt álit til Tórshavnar kommunu hevur rokið sær ein túr og kemur neyvan aftur. Hetta er tað ringasta, sum nakrantíð er gjørt ímóti mær.