Litava - Føroyar fyri sættu ferð

Liðið er sett til venjingarlandsdystin móti Litava

Klokkan 15 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrra av tveimum venjingardystum, sum í hesum døgum eru á skránni í Kaunas í Litava. Hetta er sættu ferð, at Føroyar og Litava bresta saman í kvinnulandsdysti. Av teimum fimm undanfarnu, hava Føroyar vunnið fýra. Litava hevur vunnið ein, sum var tann fyrsti, ið varð spældur í 2007. 

Dysturin í dag kann stroymast her: www.facebook.com/moterysuzfutbola/

Føroyski hópurin telur 20 spælarar. Av teimum eru tríggjar, ið eisini vóru við fyri tólv árum síðani. Talan er um Olgu Kristinu Hansen, Heidi Sevdal og Jacobu Langgaard. Olga Kristina Hansen er tann einasta, ið hevur spælt við í øllum hinum fimm dystunum. Tað hevur Rannvá B. Andreasen eisini, men veteranurin úr KÍ er skadd, og hevur givið avboð til dystirnar hesaferð.

Liðið er sett til dystin. Í mál verður Jóna Nicolajsen, meðan hinar eru Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm, Sara Samson Lamhauge, Jacoba Langgaard, Rebekka Fjallsá Benbakoura.

Á bonkinum eru Monika Biskopstø, Rakul V. Magnussen, Sarita Maria Mittfoss, Olga Kristina Hansen, Jóna Nicolajsen, Katrina Akursmørk, Julia Naomi Mortensen, Ása á Reynatúgvu, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Nadja Dam Johannesen, Rebekka E. Danielsen.