Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Gunnari Hoydal, rithøvundi. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, ið letur Mentanarvirðislønina eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk og Mentamálaráðið. Virðislønin er kr. 150.000 og er hin størsta av sínum slag í Føroyum. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik innan skaldskap, myndlist, leiklist, tónlist ella aðra list. Til tess at fáa Mentanarvirðislønina skal virðislønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi, ið ger, at virðislønarevnið má haldast at hava uppiborið henda heiður. Í fjør varð Eyðun Johannessen, leikstjóri, heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins.
Nevndin sigur í grundgeving síni:
»Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Gunnari Hoydal fyri fjøltáttaða avrik hansara innan føroyska list og mentan. Gunnar hevur í bundna og óbundna skaldskapi sínum flutt mørk. Hann ferðast á longu skaldaferðum sínum úti í heimi, men alla tíðina eru Føroyar ? upprunin og heimlandið ? í eygsjón og partur av hesum heimi. Tá ið hann í greinum og orðingum hevur lætt ljóðið av um føroyska list, listafólk og serstakliga byggilist, hevur hann altíð borið hugtakandi og smidliga skaldakynstur sítt við sær. Gunnar Hoydal eigur sín stóra lut í varðveitingini av gomlu Havnini, og er verk hansara ein samfingin heild av dygd og skapi.«
Soleiðis var orðaljóðið í tíðindaskrivinum, sum Mentamálaráðið herfyri sendi føroysku fjølmiðlunum um, at nú var avgjørt, at ársins størsta herðaklapp hesaferð skulda falla Gunnari Hoydal í lut.
Gunnar sigur í viðtali við Sosialin, at hann bæði er fegin og bilsin um, at hann fær virðis-lønina í ár. Hetta er jú størsti heiðurin landið letur fyri listalig avrik, og sjálvur heldur hann ikki, at hann hevur verið so produktivur, tí starvið sum sum býararkitetur í høvuðsstaðnum í 25 ár kravdi sína tíð. Men sum hann situr í húsum sínum oman fyri Trapputrøðna í Havn og hugsar um verk síni higartil, so má hann kortini siga, at hann hóast alt hevur latið hoyrt frá sær javnt og samt hesi seinastu árini, hann hevur virkin á tí føroyska mentunarpallinum. Gunnar Hoydal er nevniliga fjøltáttaður listamaður, og sum nevnt í grundgevingini fær hann eisini virðislønina fyri arbeiði sítt at varðveita m.a. gamla býlingin á Reyni í Havn.
Spurdur, um hann kann greiða frá nøkrum samanhangi í tí at fáast við bæði byggilist og skaldskap - ikki minst havandi í huga, at eitt av søvnum hansara kallast "Hús úr ljóði" - svarar arkitekturin og rithøvundurin: - Jú, byggilistin er ein konkret list, tí hon hevur beinleiðis ávirkan á fólk, ávirkan á býin. At skipa ein bý er at arbeiða við mentan, hvussu fólk liva saman í sínum umhvørvi, og tað er nógv týdningarmiklari enn at finna tekniskar loysnir, sigur Gunnar, sum heldur, at føroyingar ikki hava verið vanir at hugsa í heildum. Ístaðin hava kommunurnar skula tikið sær av hesum, men eindirnar hava verið ov smáar. Nú er kortini farið at broytast, tí fleiri og fleiri bygdir, sum áður valla tosaðu saman, eru nú gingnar saman í samstarv, og her kunnu úrslit spyrjast burturúr. Gunnari hóvar tó ikki, at Kollafjørður kom upp í Havnina, tí hvussu verður so við restini av bygdunum norðan fyri Hórisgøtu, spyr hann.
Føroyar og Verðin
Og so byrjar prátið um prátið um orðini og listina yvirhøvur. Umframt at vera virkin listamaður, er Gunnar nevniliga eisini kendur sum debattørurin, ið ikki er bangin fyri at siga sína hugsan um samfelagslig viðurskifti. Ja, við hansara penni kunnu øll viðurskifti tykjast at vera samfelagslig, tí fáur man sum hann hava dugað at samantvinnað kjakevni og lyft lesaran eitt sindur upp frá, so hann hevur sæð sítt egna úr erva. Í grundgevingini fyri virðislønina stendur nevniliga, at hann altíð hevur "borið hugtakandi og smidliga skaldakynstur sítt við sær" í greinum og orðingum. Alt hevur samband við hvørt annað, og Føroyar eru ein týdningarmikil partur av verðini. Í einari av yrkingum sínum sigur hann, at Føroyar eru landið sum halda øllum longdar- og breiddarstigunum á globusinum saman, og vóru tær ikki, fór alt sín veg.
- Føroyar eru spennandi í verðini, sigur Gunnar, tá prátið fer at snúgva seg um heimlandið og um munin á mentan og list. ? Listamaðurin spyr, hvør eri eg, og tað kann blíva eitt sindur trongt og einsligt. Harafturímóti spyr mentanin seg sjálva, hvørji virði hava vit, hvar eru vit stødd og hvar vilja vit vera? Tann samrøðan hevur serliga góð kor her í Føroyum í mun til onnur lond. Sjálvt í einum so "lítlum" landi sum Danmark, skrædnar samrøðan viðhvørt, tí har er so langt ímillum tær ymisku fláirnar í samfelagnum. Hjá okkum er alt saman í einum. Føroyar eru ein full mynd av verðini, bara í einum minni mátistokki. Eingin ivast í, at Føroyar eru ein tjóð, men enn eru vit ein heild, hóast vit hava fingið sjónvarp og internet og alt annað, sum verðin kann bjóða. Hendan samrøðan, sum Gunnar kallar mentanina, sæst t.d. aftur í lesarabrøvunum í bløðunum, sum kann kallast tann samfelagsliga samrøðan.
Ummælini og tað ókenda
Tað at liva í einum so lítlum landi sum Føroyar, kann tó eisini hava sínar avmarkingar, og hetta sæst eitt nú aftur, tá talan er um ummæli. Her kanst tú nevniliga møta tí persóninum í morgin, sum tú kritiseraði í gjár, og tí kann tað kanska gerast eitt sindur tilvildarligt, hvat fólk orkar at ummæla, tí ofta er hetta eitt ótakksamt arbeiði, og kritikkurin kundi verið meira skipaður, heldur Gunnar Hoydal.
- Ummælararnir hava ikki bert týdning fyri listafólkini, ið ofta einki hoyra aftur um verkið, tey hava latið úr hondum, men ummælini skulu vera ein kunning til fólk, hvat fyriferst í listaverkin-um. Ummælarar eiga at vera klárir í sínum ummælum, men ikki spotta ella sláa nakað niður, tí kanska er ein leið at ganga í tí einstaka verkinum, heldur Gunnar. Hóast hann ikki heldur, at alt er so gott, sum kemur út í Føroyum, so er hann ikki samdur við tey, ið siga, at ov nógv verður givið út í Føroyum, tí tíðin skal nokk vísa, hvørjum dugur er í, sigur hann og samanber listaverðina við ein taðaðan bø, har tað altíð fyrr ella seinni kann spyrjast vakur vøkstur burturúr.
Tað ókenda og spennandi eigur nevniliga eitt stórt pláss í tí listaliga hjartanum hjá Gunnari: -Eitt tað mest spennandi, sum hendir í listini í dag, er tónleikurin, sigur høvundurin, sum heldur, at í Føroyum ber til at royna alt av nýggjum. - Í tónleikinum er alt nevniliga so ungt og virkið, tak bara Prix Føroyar, sigur Gunnar, sum ikki fjalir, at hann er hugtikin av tí framgongd, føroyskur tónleikur hevur verið úti fyri seinastu árini. Í hesum sambandi heldur hann fram við prátinum, um mentan og list. ? Mentanin er tað, sum vit hava saman, hon er røturnar, sum ger okkum trygg. Listin harafturímóti ger okkum ótrygg. Listin er greinarnar, sum stinga seg langt upp úr, og ofta føla fólk seg illa við nýggjari list, og tí mást tú geva tær tíð til hana, tí list fær okkum at undrast.
Í sama viðfangi nevnir Gunnar myndlistina, sum fólk nú tykjast at hava tikið til sín, hóast hon ikki fekk somu undirtøkuna millum manna fyri bert fáum árum síðani. Enn hevur tónlistin tó ikki nátt sama støði. Hetta helt Gunnar seg duga at síggja t.d. í sjónvarpssendingini, sum herfyri varð send um Sunleif Rasmussen, har bygdarfólkið kom yvir og heilsaði honum, men legði samstundis afturat, at tey ikki skiltu nógv av tí, hann gjørdi. Tað sama var við Ingálvi av Reyni í sínari tíð. Felags fyri hesar báðar listamenninar er kortini, at báðir ganga nýggjar leiðir og geva okkum nýggjar mátar at síggja okkum sjálvi uppá.
Mentunarpolitikkur, rammuskaparar og Ginusøgur
- Uppgávan hjá mentunarpolitikkinum her á landi er sostatt sambært Gunnari at varðveita mentanina og stimbra listina, sum eigur at geva okkum tað óroynda og óvæntaða, tí kemur ikki nýtt blóð og nýggjur vøkstur, doyr alt.
Spurdur, um hann í sambandi við mentunarpolitikkin, kundi hugsað sær eitt hægri støði í orðaskiftinum, sigur Gunnar, at tað kann altíð blíva betri. Men her heldur hann, at skúlin er ein møguleiki, sum vit ikki mugu gloyma, og tí er týdningarmikið, at vit ikki bert fáa skúlaskipanir, sum bara eru avskriftir eftir øðrum. Vit eiga at gera næmingar-nar forvitnar, og og vekja eyguni hjá teimum fyri tí, sum hendir her og úti í heimi, sigur Gunnar.
Men hvat heldur Gunnar Hoydal, sum sambært grundgevingini hjá Mentamálaráðnum m.a. hevur fingið mentanarvirðislønina fyri at "flyta mørk", um gongdina í mentunarkjakinum hesa seinastu tíðina, har fýra løgtingsmenn, blanda seg upp í konkret viðurskifti og ynskja at skerja stuðulin til Leikpall Føroya, av tí at Ginusøgur standa í leiksránni?
Í flestu londum gera politikararnir rammurnar, men blanda seg ikki upp í hvat slag av tilfari síðani kemur burturúr. Hesum er man farin frá allastaðni rundan um okkum. T.d. vita bæði Ísland og enntá Grønland, at mentan og skapandi virksemi eru vorðin ein tann størsta vinnan í heiminum, og tá er tað nokkso "stuttligt", at tað almenna ger slíkt, sum vit sóu herfyri. Men tað endaði kortini væl, og tað var ein veldigur sigur, at heili 28 tingmenn atkvøddu fyri ginunum, og tað vísir eisini, at vit hóast alt eru komin nokkso langt, sigur Gunnar.
- Breyðið og búskapurin eru nevniliga bert skónin, meðan mentanin og listin skapa rúmið. Mentan og list gera okkum opin, órædd, kenslurík, og tey gera, at vit kunnu líta øðrum til, eisini teimum, vit eru ósamd við, hugleiðir skaldið.
Almennu loftmiðlarnir
Men hóast Gunnar Hoydal heldur, at vit á summum økjum eru komin langt, so er hann ikki nøgdur við avrikið hjá teimum almennu loftmiðlunum, tá talan er um mentunarpolitikk.
Útvarpið og sjónvarpið gera alt ov lítið burturúr. Tað er heilt bedrøviligt, tá tað kemur til útvarpið, sum er ein orðmiðil, og eigur at vekja áhugan fyri orðinum, men kortini hoyra vit einki nýtt og óroynt sum t.d. nýggjar yrkingar í útvarpinum, sum Gunnar heldur vera alt ov marknaðarorienterað.
? Vit gjalda lurtara- og hyggjaragjald, og tað átti at givið loftmiðlunum eina skyldu, men tað vísir seg, at teir hava brúk fyri einum skumpi. Eitt dømi um eitt sovorðið skump er Listastevnan, sum fyrst fekk eina stuttsøgukapping og síðani eina leikritakapping í lag saman við ÚF. Men skumpið átti at komið innanífrá, heldur Gunnar Hoydal.
- Ein partur av mentunarpolitikkinum er kortini, at tey sum arbeiða við mentan og list vinna sær rættindi t.d. við LISA og Fjølrit. Men okkurt hendir í løtuni á økinum, eitt nú í Mentamálaráðnum, har arbeitt verður við at ganga nýggjar leiðir, metir Gunnar.
Politikkur og tað hugsjónarliga umrenslið
Hann heldur fram við at siga, at tað hevði verið ynskiligt, um miðlarnir høvdu reglulig ummæli av tí, sum kemur út og verður sýnt fram, men hann sigur seg eisini skilja, at tíðindi verða prioriterað, sum tey verða, tí tað sum vekir áhugan einum, nýtist ikki at vekja áhugan hjá einum øðrum. - Men ofta kunnu bókainnsløg fanga fólk, tí ofta eru tíðindi í teimum, tí tey vísa okkum, hvørji vit eru, og hvagar vit fara. Tað er yvirdrivið at halda, at tað eru politikararnir, sum gera av, hvat hendir. Tí tað, sum hendir, hendir har fólk tosa og hittast á arbeiðsplássum, á gøtuni ella á veitslum. Har fer líka sum eitt annað stoffskifti fram, og tað hugsjónarliga umrenslið gerst eitt annað, sigur Gunnar, meðan blaðmaðurin biður hann útgreina hetta nærri. ? Jú, hvørja ferð okkurt politiskt klandur er í einum skoti tyrpast miðlarnir saman. Men tann fjórða statsmaktin, sum miðlarnir ofta verða róptir, er sambært Gunnari ein fiktión ella í øllum førum er hon yvirdrivin. Miðlarnir eru sum nevnt marknaðarorienteraðir, og tann opni journalistikkurin hugsar meira og meira um at selja søgur, og tá er ikki altíð, at samfelagið verður lýst, so sum ynskiligt hevði verið. Gunnar heldur nevniliga, at mentanin er fortreytin fyri politikki. Ikki partapolitikki, men hvussu samfelagið skilir seg sjálvt. Politikkur er í hesum sambandi bert eitt amboð.
- Hugsjónarpolitikkur var leingi eitt ljótt orð í Føroyum, og ikki fyrr enn vit fóru á húsagang, sóu vit, at hugsjónir høvdu nakað at siga, sigur Gunnar. Tað er eisini tí at hann hevur kallað nýggjastu bókina hjá sær við greinum og tíðartekstum, "Land í sjónum". Dupulttýdningurin í heitinum er ikki at fara skeivur av. Føroyar liggja mitt í havinum, men liggja eisini mitt í nógvum sjónum og hugsjónum.
Gunnar metir tó ikki, at føroyingar eru so sundur- ell tvíbýttir, sum ofta verður ført fram. ? Næstan øll eru samd um, at føroyingar skulu taka ábyrgdina av Føroyum. Allir flokkar eru samdir um ein sjálvberandi búskap, og tað er bara ein onnur orðing fyri at ráða sær sjálvum. Hetta sást eisini aftur, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, og andstøðan segði, at hatta kundu tey eisini skrivað undir, sigur Gunnar, sum sjálvur sigur seg halda, at tað var eitt afturstig, tá hendan samgongan bara fór at tosa um sjálvberandi búskap, ið bara er ein partur av politikkinum.
At seta alt í eina heild
Spurdur um, hví Gunnar yvirhøvur leggur í at taka lut í samfelagskjakinum og m.a. geva bøkur út við greinum og mein-ingum, svarar hann: - Eg veit ikki, um tað er ein skylda, jú kanska, men áhugin hevur drivið verkið. Hann kemur tó ikki úr ongum, tí har eg vaks upp var tað náttúrligt at fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum her og úti í heimi. Tað er eisini spennandi at fylgja við og seta í eina heild og eisini ávirka gongdina.
Í hesum sambandi kemur Gunnar inn á brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum ikki bert umfatar tey brøvini, sum eru prentað í bókini "Dýrmæta lív", men sum telur nógv fleiri brøv. ? Teir vóru hugbornir, kenslubornir og kritiskir ímóti sær sjálvum, men teir dugdu tað at seta alt í eina heild, sigur Gunnar, og kallar teir nakrar av teimum fínastu eygleiðarunum, norðurlond hava átt. Beint nú verður skrivað um eitt óprentað handrit hjá Willi-ami, men Gunnar gleðir seg nógv meira til, at hetta brævaskiftið kemur á prent.
Heildin hevur sum nevnt altíð verið eitt av eyðkennunum í skaldskapinum hjá Gunnari, og í øllum, hann skrivar, viðger hann Føroyar og Verðina. Hetta er eisini galdandi, tá Gunnar tosar um myndlist. Eyðkent fyri føroyska landslagsmyndina hevur verið tann ekspressionistiska landslagsmyndin, men nú tykist, sum okkurt er við at henda, og tí er eisini neyðugt at fáa útlendsk-ar framsýningar hendanvegin, heldur Gunnar. Men nógv føroysk listafólk eru úti í heimi, so spurningurin er bara, um tey venda heim aftur, tí tað er ikki lætt at arbeiða fulla tíð við list her í Føroyum. Hetta kundi verið bøtt um við at útvegað teimum atelier, og eisini kundu tey fingið uppgávur frá fyritøkum og tí almenna. Somuleiðis kann tað blíva innantrongt hjá yrkjarum, og her tekur núverandi formaðurin í egnan barm og sigur, at her kundu yrkjararnir sjálvir gjørt meira við at t.d. gjørt nýggjar formar við yrkingalist við upplestri o.ø.
Verðin og oyggjalandið
Ofta siga ungir yrkjarar seg hava eldri føroyskar yrkjarar sum fyrimynd, men so var ikki við Gunnari, sum longu sum ungur leitaði í verðini eftir heimsbókmentum og las eitt nú enskan og franskan skaldskap. - Tað fyrsta ein yrkjari skal gera, er at lesa so breitt sum gjørligt av dygdar-verkum, sigur skaldið, sum í næstu viku fær handaða Mentunarvirðisløn Landsins. Og júst heitið á virðislønini fær prátið millum listamann og blaðmann at peika ta listaligu sjóneykuna hjá skaldinum, sum so ofta hevur flættað Føroyar og Verðina saman, niður á Føroyar sjálvar. Føroyar sum oyggjaland. Eisini her sær Gunnar ein mun í dag, tá talan er áhugan fyri listini, sum ofta verður útint í høvuðsstaðnum. Enn er tað tó dagsverk at fara úr Suðuroynni til Havnar, har tey flestu listaligu tiltøkini fara fram, men við Vágatunlinum heldur Gunnar, at vit sóu, at fólk eitt nú bóru fram, at nú høvdu tey bara eina lítla løtu at ferðast til tiltøkini í høvuðsstað-num. Eisini heldur hann Mentunarhúsið í Fuglafirði, har ein bygd hevur staðið saman um eitt tílíkt hús, vera áhugavert. Men tað er eisini heilt nýtt, at landið letur virðisløn, og tað er tekin um at tað listaliga arbeiðið verður virðismett. Tí tað er meira avgerandi, enn hvør fær hana, sigur Gunnar at enda í húsum sínum við ljóði og flagtekju, haðani útsýnið oman yvir Havnina og Verðina er sera gott.









