Listi D = demokrati

   

Demokrati merkir fólkaræði. Demokratiið eigur at verða oman fyri partapolitisk sjónarmið og meiningar hjá einstøkum felagsskapum. Í demokratiinum liggja eisini tey rættindi og skyldur, sum hvør einstakur borgari í einum demokratiskum landi hevur. Tvs. møguleikin hjá tí einstaka at siga sína hugsan, at hava persónligt frælsi, at virka fyri at fremja sínar hugsjónir og at hava ávirkan á tað samfelag og samtíð, sum hann livir í.

Frælsi við ábyrgd
Sjálvstýrisflokkurin byggir sín politikk á sosialliberalistisku hugsjónina, sum setir demokrati sera frammarlaga, bæði tá tosað verður um demokrati sum fólkaræði og demokrati hjá tí einstaka.
At hava ávirkan merkir eisini at hava ábyrgd. Tá vit hava frælsi at siga og gera tað, sum vit vilja, eiga vit eisini at taka fylgjurnar av okkara orðum og gerðum. Hetta er ein javnvág, sum vit ikki eiga at nerta. Í 2003 síggja vit greið dømi um, bæði úti og heima, at roynt verður at avmarka og binda niður frælsi hjá tí einstaka. Tá er skjótt missa tamarhaldið, soleiðis at hetta fer sum ein sótt gjøgnum alt samfelagið og kann fáa ræðandi avleiðingar, sum eingin kann ímynda sær.

Opinleiki og alment innlit
Ein onnur síða av demokratiinum er at síggja, hvussu fólkaræði arbeiðir. Vit hava seinnu árini verið vitni til, at tað í Føroyum gongur rætta vegin. Almennir felagskapir og stovnar eru meiri opnir, og møguliga er eisini vorði minni av almennum rotinskapi.
Men enn restar nógv í. Eitt dømi, sum vit javnan verða mint á, er orkufelagið, sum vit øll eiga. Har hava orð sum opinleiki og innlit enn ikki rinið við.
Sjálvstýrisflokkurin virkar fyri, at demokratii í framtíðini fer at fáa betri livilíkindi í bæði stórum og smáum í Føroyum.