Lissan letur upp fyri nýggjastu skónum

- Mær hevur altíð dámað skógvar væl. Tja, eg haldi meg hava ein veikleika fyri skógvum, sigur Eydna Johansen av Streymnesi.

Seinni í summari ger hon áhuga og dreym sín til veruleika: Skógvahandilin Lissan letur upp á Norðskála.

Hon hevur arbeitt í samfull 20 ár á Shell-støðini á Oyrarbakka. Men um ein mánað er hetta liðugt.

- Eg havi sagt upp, tí nú ætli eg at byrja fyri meg sjálva, sigur ein bjartskygd Eydna við Sosialin.

Á handilsøkinum á Norðskála eru longu fleiri handlar, men tá komið er nakað út á summarið letur enn ein handil upp – skógvahandilin hjá Eydnu.

Í farnu viku var sokkulin stoyptur, og ein av fyrstu døgunum verður handilsbygningurin settur upp.

- Eg havi havt 20 góð ár á Shell-støðini, og eg hevði saktans kunnað arbeitt har í 20 ár aftrat.

- Eg vænti, at eg fari at tára tá eg fari. 20 ár eru ikki tað sama sum 20 dagar, sært tú, sigur Eydna.

Hon hevur ikki langa tíð til eitt prát við Sosialin. Hon skal eini ørindi til Havnar. Í Timburhandilin.


Alt at fáa

Eydnu hevur sum nevnt altíð dámað væl skógvar, og sjálv eigur hon eitt ótal av skógvapørum heima við hús.

Nú ætlar hon ístaðin, at hetta áhugamálið skal gerast handilsliga framtíð hennara við nýggja skógvahandlinum í Sundalagnum.

Tá hon hevur hugt seg íkring her á Norðskála, hevur hon sæð menningina hesi seinastu árini. Her finst í dag ein hópur av handlum og tænastum sum hoyra einum slíkum øki til:

Her eru handlar, har ein millum annað kann keypa máling, mat, klæðir, fáa sær hárið gjørt og mangt annað. Her er haraftrat ein matstova, frisørsalong, peningastovnar, og seinni kemur ein bygningur aftrat til fleiri smærri handilseindir.

- Ja, ein fær nærum alt her í økinum - alt, uttan skógvar!, slær Eydna fast.


50 skógvapør heima

At seta eina slíka ætlan í verk, krevur umhugsan. Og tað hevur Eydna eisini gjørt.

Frammanundan hevði hon hugsað um at fara undir eitthvørt handilsligt virksemi. Tá henda avgerðin fyrst var tikin einaferð í fjør heyst, var næsti spurningurin, hvat slag av handli, talan skuldi verða um.

- Her komu skógvarnir fram fyri meg. Og tað bleiv so til tað. Men tú kanst ætla, at systrar mínar smíltust við, tá eg segði teimum tað.

-“Ja, hatta er akkurát tú”, søgdu tær brosandi við meg. “Tú eigur jú minst 50 skógvapør heima við hús!”, greiðir Eydna brosandi frá.


Á skógvamessu við dóttrini

Eftir at avgerðin um skógvahandilin umsíðir varð tikin, var bert eitt eftir at gera: At fara í gongd.

Eydna fekk loyvi til grundøki. Næsti steðgur var hjá Norðsetur í Hvalvík, sum fekk til uppgávu at standa fyri byggingini av skógvahandlinum á økinum, har hinir stóru handlarnir longu eru.

Í februar mánaði í ár var Eydna á messu í Bellacentrinum í Keypmannahavn fyri at hyggja eftir skóm saman við verdóttrini. Og í august fer Eydna aftur avstað á messu, fyri at fáa tað seinasta nýggja innan skógvarnar við í nýggja handil sín. Hesaferð sleppur dótturin við.

- Eg vil hava eitt breitt úrval av skóm, men eisini skógvar sum teim ungu dáma. Tí taki eg hana við mær hesaferð, slær hon fast.


Blusu og skógvar saman

Spurningurin er altíð, hvussu marknaðurin sær út fyri sølu av skógvum.

Men Eydna hevur sína egnu filosofi í hesum máli: - Skal eg taka meg sjálva sum dømi, so kann ein næstan altíð keypa einar skógvar til hvørja blusu.

- Veruleikin er, at nógvir av teimum fittu summarskógvunum kosta ikki so nógv. Tí kanst tú altíð keypa einar bláar skógvar til eina bláa blusu, ella einar ljósareyðar til eina ljósareyða blusu.

- Tað gera nokk tey ungu eisini, haldi eg, sigur hon.

Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at børnini slíta skógvar skjótt og vaksa skjótt burturúr teimum. Her er altíð tørvur á nýggjum skógvum til allar aldursbólkar.

Góða eydnu, Eydna!



Nógv fremmandafólk vitjar

Hvønn einasta dag koyra umleið 4000 bilar um brúnna við Streymin. Fleiri teirra steðga sum vituligt er á við Shell-støðina á Oyrarbakka, men rættiliga nógvir leggja eisini leiðin norður um, til handlarnar á Norðskála.

Hon sjálv sæð tað í sínum verandi arbeiði, og hon hoyrir onnur handilsfólk siga tað sama: Tað eru ikki bert Sundalagsfólk í handlunum. Tað er eitt sera stórt tal av fremmandafólki sum vitja her hvønn einasta dag - fólk tey ikki hava sæð áður, bæði úr Havn, Klaksvík, Vágum - allastaðni.

- So vil eg eisini siga, at Leguhúsið í Nesvík dregur nógvar kundar hendavegin. Tá legur eru í Nesvík um vikuskiftini er sera nógv fólk í handlunum her.

- Á Shell-støðini koyrir ísmaskinan fyri fult, og eg hoyri tey siga í hinum handlunum, at har eru nógv fremmandafólk og keypa ein slíkan leygardag.

Hereftir skulu Sundalagsfólk og onnur ikki ganga í trongum skóm longur. Tey skulu ganga í skóm við lissu frá Lissuni.




FAKTA 


Lissan og skógvurin

Skógvahandilin letur upp á Norðskála í august/september mánað í ár.

Hugskotið til navnið “Lissan” fekk Eydna einaferð seinasta summar, meðan hon var í Suðuroy. Ein svartur vøruvognur koyrdi tá framvið og har stóð “Trillan” á.

- Tá kom tað til mín: Hví ikki kalla handilin hjá mær fyri Lissan. Tað hóskar so væl saman, - skógvurin og lissan.

- Men hinvegin, so fái eg neyvan ráð til ein firmabil við tað fyrsta!, sigur hon við einum brosi.

Enn kemur hon ikki teimum í hálvan skógv. Men tað man fara at koma!