Í sendingini »Hvat kann eg læra til«, sum kemur í Sjónvarp Føroya seinnapartin í dag og sum TV2 ger, fer 23 ára gamla Lisa Frederiksberg av Strondum at greiða frá útbúgvingini, ið hon er í holt við. Hon lærir til radiograf, sum er ein serútbúgving innan røntgen, og verður liðug í summar.
Stórur eftirspurningur er eftir radiografum í Danmark, Grønlandi og aðra staðni, og leys størv verða javnan lýst. Í Føroyum eru ikki nógvir radiografar í arbeiði, umframt Lisu eru tvey undir útbúgving niðri, men hóast so er, eru útlitini hjá Lisu at fáa starv eftir lokna útbúgving, ikki heilt góð.
? Eg veit ikki, hvussu støðan verður, men í løtuni kenni eg meg als ikki vissan í at fáa starv í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum eru tvær sjúkrasystrar farnar undir upplæring sum radiografar bara eftir einum ári. Av tí, at sjúkrahúsið tekur radiografnæmingar inn til starvsvenjing, átti tað at tikið teir framum. Aðra staðni verða sjúkrasystrar ikki lærdar upp í yrkinum. Vit hava hóast alt eina útbúgving, ið snýr seg um júst hetta yrkið, og fara upp til nógvar royndir og próvtøkur, sigur Lisa Frederiksberg, ið kortini hevur eitt starv á Herlev sjúkrahúsi í boði, um einki verður í Føroyum.
Kenna hvørt bein
Ein radiografur arbeiðir á røntgendeildum. Uppgávan hjá einum radiografi er at taka røntgenmyndir til nýtslu hjá læknum. Radiografar fara eisini út á ymsu deildirnar á sjúkrahúsum við transportablum røntgentólum.
Kravið, ið verður sett teimum, ið ætla sær at læra til radiograf er, eitt students- HF ella handilsskúlaprógv, umframt 5 mánaðar vinnuroyndir. Tað tekur trý ár at læra til radiograf, tvey ár er starvsvenjing og eitt ár skúli. Útbúgvingin er rættiliga teknisk. Høvuðslærugreinirnar eru støddfrøði og alisfrøði, og anatomi og fysiologi eru eisini stórur partur av útbúgvingini. Radiografar skulu kenna hvørt bein í kroppinum og eisini vita, hvussu teknisku tólini eru sett saman og hvar hvør skrúva situr. Stór menning fer fram innan tól og teldur, ið verða nýttar í radiografyrkinum og í dag er nærum alt teldustýrt.
? Gongdin verður uttan iva tann, at radiografar fara at stýra røntgendeildum. Menningin fer so skjótt fram, at tú mást vera inni í øllum tí nýggja, sigur Lisa Frederiksberg.
Færri umsøkjarar
Tilgongdin av radiografnæmingum í Danmark er í stórari minking hóast trot er á fólki við hesi útbúgving alla staðni. Útbúgvingarstovnurin hjá Lisu er Sjúkrasystraskúlin í Herlev, vanliga hevur verið nóg mikið av næmingum til tveir flokkar, men í løtuni er bara ein. Tí hevur skúlin heitt á Lisu um at tosa fyri útbúgvingini í Føroyum, soleiðis at fleiri fáa hug at royna hetta yrkið.
Mánadagin komandi verður Lisa at hitta hjá lestrarvegleiðaranum, Hans Andrias Joensen, á Studentaskúlanum á Kambsdali, og fólk eru vælkomin inn á gólvið seinnapartin at verða kunnað um útbúgvingina. Gongdin seinnu árini í Danmark hevur verið, at tær allar flestu útbúgvinginar eru skipaðar um til SU, radiografútbúgvingin er undantikin og lønin er rættiliga góð.
Men hví royna at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg sum radiografar, um útlitini eru vánalig at fáa starv í Føroyum.
? Verða vit fleiri við hesi útbúgving, standa vit sterkari. Møguleiki er at taka starvsvenjingina í Føroyum, lønin í útbúgvingartíðini er góð, og tað verður altíð brúk fyri fólki við góðari útbúgving, sigur Lisa Frederiksberg at enda.