Línuskip eru í Íslandi og Grønlandi

Eitt línuskip undan Íslandi landar mánadagin, men ivasamt er, hvussu nógvar línulandingar verða í vikuni.

Eitt línuskip undan Íslandi landar mánadagin. Skipið hevur eina blanding av toski, hýsu, brosmu, longu og kongafiski.

 

- Eitt frystiskip og eitt ísfiskalínuskip eru eisini undir Íslandi, men landa neyvan í vikuni sum kemur.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at fýra línuskip eru undir Føroyum, og væntandi landar tað eina í vikuni sum kemur.

 

At enda eru tvey línuskip, eitt frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip, í Eysturgrønlandi og fiska tosk. Bæði skipini fiska tosk.

 

- Restin av línuflotanum liggur, men helst fara nøkur skip út aftur næstu dagarnar.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin verður góður, og veðurútlitini eru eisini hampiliga góð.

 

- Tí verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og eitt sløð av hvítingi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.