Persónsskatturin í Føroyum er høgur, alt ov høgur, ikki minst tá vit leggja tey 25% í mvg omaná.
Ein stór orsøk er, at skattaskipanin leggur størsta trýstið á persónsskattin, tí tað eru ov nógvar aðrar inntøkur í samfelagnum, sum sleppa bíliga og í nógvum førum heilt sleppa undan at gjalda skatt.
Eitt er vinnufelagsskatturin (í høvuðsheitum frá partafeløgum), sum vit skulu hyggja nærri at niðanfyri. Í fyrstu mynd sæst skattaprosentið fyri partafeløg í Føroyum samanborið við onnur lond.
Tað er rættiliga sjónskt, at Føroyar liggja í botninum við einum tí lægsta partafelagsskattinum uppá 18%. Niðanfyri liggja tvey av londunum, ið eru farin av knóranum. Ovast liggja tvey av ríkastu londunum í heiminum við upp móti 40% (Kelda: heimasíðan hjá OECD).
Vinnuskatturin til felags húsarhaldið
Eitt er skattaprosentið hjá vinnufeløgunum, men hvussu nógv bera tey í skatti til felags samfelagsliga húsarhaldið? Tað kunnu vit lýsa, við at seta samlaðu inntøkuna frá vinnufelagsskattinum í mun til bruttotjóðarúrtøkuna.
Aftur her liggja Føroyar í botni. Av 25 londum eru tað bert trý, har partafeløgini bera minni til landshúsarhaldið enn Føroyar við 1,5% av bruttotjóðarúrtøkuni. Til samanberingar liggur Danmark á 2,4% og Svøríki og Bretland á 2,8% (kelda: The Guardian, 21.02.2011: Corporation taxes around the world. How much do companies pay?). Nú sveiggjar partafelagsskatturin í Føroyum nógv frá ár til ár, men 2010 liggur ikki langt frá miðaltalinum fyri seinastu 8-10 árini.
Tað kann eisini verða áhugavert at síggja, hvussu inntøkan av partafelagsskattinum í Føroyum er býtt millum ymisku vinnugreinarnar. Tað sæst í triðju myndini, har vinnugreinarnar eru settar í raðfylgju, eftir hvussu nógv tær bera í skatti til felags húsarhaldið:
Áhugavert er at síggja, at niðast við ongum skatti liggur øll tele- og samskiftisvinnan, og ovast við 110 mió.kr. liggur Fíggjarvinnan við 110 mió.kr. Vert at býta merki í er eisini, at tann framburðsríka alivinnan bert gevur knappar 9 mió. kr. í skatti, og tey 699 feløgini í sølu- og handilsvinnuni, har eisini nógvar stórfyritøkur eru ímillum, bert bera 21,4 mió.kr. í skatti. (kelda: TAKS).
Sosial gjøld
Flesta staðni rinda fyritøkurnar fleiri ymisk sosial gjøld vegna starvsfólkið. Umframt til eftirløn kann tað verða til sjúkratrygging, barnsburð, útbúgving, arbeiðsskaðatrygging o.a. Taka vit sjúkadagpengar sum dømi, so er myndin hendan í Norðanlondum, hvussu nógvar dagar privatu arbeiðsgevararnir gjalda, áðrenn almannaverkið tekur yvir (kelda: norðurlendska sosiala árbókin).
Sjúkadagpengar goldnir av privatum arbeiðsgevara:
Føroyar: fyrstu 2 dagar
Finnland: fyrstu 9 dagar
Svøríki: 14 dagar aftaná fyrsta dagin
Noreg: fyrstu 16 dagar
Danmark: fyrstu 21 dagar
Ísland: 30 dagar (eftir 1 ára starvstíð)
Vit kunnu samanlíkna sosial gjøld sum heild millum t.d. Føroyar og Svøríki. Svøríki, tí har hevur tað eydnast at lækka um persónskattin, men við borgarligu stjórnini framvegis hildið ein høgan partafelagsskatt við 26,3% (smb. við 18% í Føroyum), og liggur eisini í tí ovara endanum við vinnuskattainntøkunum sum 2,8% av bruttotjóðarúrtøkuni (smb. við 1,5% í Føroyum). Samstundis hava svensku vinnufyritøkurnar lógarbundin sosial gjøld, sum eru seks ferðir tað, sum verður kravt av føroysku vinnuni. Hetta landið, Svøríki, hevur ein tann størsta búskaparvøksturin í okkara parti av heiminum.
Lógarbundnum sosial arbeiðsgevaragjøld av útgoldnu lønini:
Føroyar: 3,47% íalt,
til: ALS 1%, Samhaldsfasta 1,75%, Barsilsgjald 0,62%, Arbeiðsskaðatrygging 0,1%.
Svøríki: 21,21% íalt,
til: eftirsitandi-eftirløn 1,2%, sjúkratrygging 5,0%, arbeiðsskaðatrygging 0,7%, foreldratrygging 2,2%, arbeiðsmarknaðaravgjald 2,9%, alment lønargjald 9,2
Kapitalvinningsskatturin
Júmen - hevur Arbeiðsgevarafelagið vart seg við – kapitalognarar í Føroyum gjalda so høgan kapitalvinningsskatt. Rætt er at hann er munandi hægri enn í grannalondum, nú á 39% men skal árliga minka niður aftur móti 35%. Til samanberingar er hann í eitt nú Svøríki á 30%.
Men hetta er bara hálvur sannleikin. Vit hava so lagaliga lóg, at tá tað snýr seg um sølu av partabrøvum, tá sleppa partabrøv, ið eru eldri enn 2001, undan skatting. Tó varð í 2006 gjørd ein lógarbroyting, sum segði, at skattur skuldi gjaldast av tí virði, sum liggur oman fyri skrásetta virðið frá 2006. Hóast hetta var ein greið roynd at bøta um brekini og typpa mongu holini í lógini, m.a. í samband við umskiping av ognarviðurskiftunum, so er framvegis langt eftir á mál, at vit kunnu siga at vit hava eina rímiliga lóg.
Ein framúrskarandi lýsing av ivasomu viðurskiftunum í kapitalvinningsskattalógini er at finna í grein hjá Henry Mellemgaard t. 22.02. 2011 í Norðlýsinum: “Viðmerkingar til kapitalvinningsskattalógina”.
Ein føroysk stórfyritøka varð seld her í vár fyri 1,1 milliard. Tvs. nakrir partaeigarar fáa ein vinning uppá 1,1 milliard. Nú er hetta so stór inntøkutøl, at tað er eitt sindur ringt at skilja. Men á heimasíðuni hjá Hagstovuni yvir inntøkubýti í 2009 finna vit noyaktiga sama inntøkutalið. Har sæst, at tað vóru 2.526 persónligir skattgjaldarar við inntøkum millum 400.000 og 500.000 kr., og teir høvdu tilsamans eina skattskylduga inntøku uppá 1,1 milliard. Av hesum guldu teir 419 mió. í skatti (svarandi til 37,4%).
Nú tá ið gomlu partaeigararnir av Havsbrún fáa somu inntøku, 1,1 mia. kr. fyri søluna av teirra partabrøvum, hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógv teir munnu fara at gjalda í skatti. Tað verður so ikki í nánd av tí, sum hinir 2.526 skattgjaldararnar skuldu av við, altso einar 420 mió.kr. Neyvan heldur 300, ella enntá 200 mió. Kanska heldur nærri teim 100 mió., ella um 10%.
Síðsta vetur vóru nakrir trolarar seldir úr eini stórari fiskivinnubygd, fyri, sum sigst, upp móti 70 mió.kr. Hvat man fara at koma inn í skatti av tí góðu søluni? Neyvan tær 27 mió., sum 39% í kapitalvinningskatti eiga at geva. Skuldi undra meg, um tað bleiv til meir enn ein triðingur ella fjórðingur av hesum.
Hetta frætta vit kanska, tá gjørt verður upp næsta ár. Tá verður spennandi at vita, um nýggi formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum, Bergur Poulsen – sum annars eisini er ein av gomlu partaeigarunum í Havsbrún – ikki er blíðkaður um lagaligu vinnuskattingina í Føroyum.
Kapitalognarar kunnu verða glaðir fyri, at teir ikki búgva í Danmark. Meðan kapitalvinningur í Føroyum í mesta føri skattast við 39%, eru harðari kostir í Danmark. Har verður kapitalvinningur lagdur aftrat aðrari persónligu inntøku, og kemur tí í flestu førum at verða skattaður við hægsta marginalskattaprosenti oman fyri 60%. So tað er munur á.
Vestmanna, t. 22. 09. 2011