Síðst í januar mánaði slóknaði ein av okkara kendu útisetum, havnarmaðurin Linjon Jacobsen, 83 ára gamal.
Linjon var føddur í Hovi, men vaks upp í Tróndargøtu 14 í Havn. Pápi hansara æt Sofus Emil Jacobsen og førdi ein av mjólkarbátunum hjá Meiaríinum í nógv ár. Rutu-bátarnir sigldu til bygdirnar við Skálafjørðin og inn í Sundalagið, so Linjon var frá barnsbeini vælkendur á teimum leiðunum. Mamma Linjon æt Elsebeth Jóhanna og var úr Hovi, og haðani hevði Linjon fingið sítt millumnavn. Hann var elstur av trimum systkjum; - hini bæði vóru Nancy, sum giftist í Præstø og Napoleon, sum arbeiddi í táverandi Føroya banka meira enn ein mansaldur.
Linjon tók realeksamiu 1947 við Thorshavns Mellem- og realskole og fór sama árið út á VBV at lesa til student. Hann gjørdist nýmálsligur studentur í 1949, og fór til Danmarkar at lesa medicin í 1950.
Kjøpinhavn møtti hann Margrethu Djurhuus, sum var føddur kjøpinhavnari, men hevði føroysk foreldur. Pápi Margrethu, Óli var úr Kollafirði, og mamma hennara Cathrina Elisabeth var úr Klaksvík. Margretha var nøkur ár eldri enn Linjon. Tey giftust í 1952 og búsettust í Prinsessegade í Christianshavn, har sonur teirra Jóhan bleiv føddur í 1954.
Stutt eftir giftarmálið fluttu tey til Vanløse, og Linjon skifti studium og fór at lesa franskt mitt í 50'unum. Hann hevði líka síðani sínar studentardagar verið ógvuliga fascineraður av eksistentialistiskum fronskum høvundum, sum Sartre og Camus, men honum dámdi eisini sera væl upplýsnings-menninar Voltaire og Rousseau. Endiliga var hann ovfarin av og harmaðist ofta yvir, at føroyingar ikki høvdu nóg nógvan áhuga fyri sjónleikum hjá tí eleganta stuttleikaskaldinum Molière. Viðhvørt plagdu vit studentafelagslimir at eggja honum til at týða Molière til føroyskt, men hann hvepti seg við, tí tað átti helst at vera í bundnum og rímandi máli. Linjon var beskeðin og helt, at tann, sum skuldi týða Molière, mátti sjálvur vera skald. Linjon týddi kortini stuttsøguna »Le Mur« hjá Sartre til føroyskt umleið 1960 og las, ið hvussu so er, partar av henni í tí føroyska útvarpinum.
Í 1961 fór Linjon at handla við tubbakki, drykkjuvørum og teimum mest vanligu neyðsynjarvørum í Kronprinsessegade, beint yvir av Rosenborg slotti og Kongsins hava. Tá ið ein skái var millum kundarnar, sat hann og studeraði og týddi franskar filosoffar. Har var altíð hugnaligt at koma inn á gólvið, og Linjoni dámdi væl at skifta orð við tey, sum komu framvið. Til dømis var skaldið Regin Dahl heilt ofta á gátt hjá honum, og teimum báðum inkarneraðu havnarmonnunum dámdu væl at filosofera nostalgiskt um viðurskiftini í Havn, soleiðis sum tey vóru, áðrenn kríggið; - men teir fegnaðust avgjørt ikki um Havnina í modernaðum líki. Mest prátaðu teir kortini um eksistentialismu og franskar filosoffar.
Fleiri føroysk feløg, bæði Í Norðurhavnini, Hvidovre og í miðbýnum vóru regluligir kundar hjá Linjoni, og hann var bæði skjótur og beinasamur at heita á. Hann reddaði manga veitslu hjá føroyingum, tá ið løgur og annað var uppi. Hann var fryntligur og vælhýrdur maður; og koyrdi fegin vørur út, bæði til feløg og privatar veitslur, um enn tað var síðla á nátt.
Tann lítla sølubúðin hjá Linjoni fekk, sum teir flestu smáhandlar, harða kapping frá stórhandlum og megindeplum, men Linjon handlaði kortini í tí centrala Kjøpinhavn í næstan átjan ár. Tað var eitt satt bragd; men í 1978 mátti hann so lata aftur! Fýra ár seinni flytti hann úr Vanløse inn i eina eigaraíbúð á Nørrebrúgv, har fleiri aðrir útisetar eisini búðu.
Annars var Linjon trúgvur felagsmaður. Hann kom javnliga í Føroyingafelag og Studentafelagið, bæði til veitslur og vanligar fundir, og í eina fjórðingsøld var hann fastur fúsur í Hvidovrefelagnum.
Kona hansara doyði í 2008, og heilsan hjá Linjoni var tá eisini farin at bila, so hann flytti í eitt sera hugnaligt eldrabýli í Utterslev, har hann andaðist. Jarðarferðin var týsdagin tann 28. januar úr Bellahøj kirkju, sum liggur stutt haðani, hann dvaldist sítt lívskvøld.
Friður verið við minni um ein knáan og beskednan borgara, sum fór stillisliga um, men var arbeiðssamur, íðin og álítandi miðalstættarmaður.
------
Virgar T. Dalsgaard