Sterki bakkurin Line Haugsted skal hvíla seg, tá donsku hondbóltskvinnurnar runda av fyrsta EM-bólkadystin móti Føroyum í dag klokkan 17.
Team Esbjerg-leikarin hevur verið á vøllinum tveir teir fyrstu dystirnar hjá Danmark í kappingini, men hon verður ikki í við, tá Danmark skal royna at fáa fult stigatal við sær í millumspælið.
Í staðin fær vongurin Elma Halilcevic pláss í hópinum hjá Danmark til dystin móti Føroyum.
Tað upplýsir DanskHåndbold.
Útskiftingin skal helst síggjast sum ein roynd at spara hana, áðrenn nógv truplari mótstøða bíðar í millumspælinum.
Hósdagin skal Danmark sostatt møta Noreg, og dystir eru eisini móti Hollandi, Slovenia og einum enn ókendum mótstøðuliði næstu dagarnar.
Mótstøðuliðini eru mett at vera sterkari enn føroyska liðið, sum er við í endaspæli á fyrsta sinni.
Stríðið týsdagin um at vera besta hondbóltsliðið í Ríkisfelagsskapinum byrjar klokkan 17 í Basel.
/Ritzau/