Linda: Vit fara at njóta løtuna

Í kvøld hevur Linda Andrews, sum seinastu stívliga tjúgu árini hevur verið yrkistónleikari í Danmark, konsert í Reinasarínum í Havn. 


Við sær hevur Linda ein væl spælandi bólk, og tey leggja upp til eina góða og fjølbroytta konsert.

- Eg havi eina nýggja útgávu á veg, og eg fari at syngja onkrar sangir av tí útgávuni, og sjálvandi syngi eg onkrar eldri sangir eisini, sigur Linda Andrews.

- Tað verður ein konsert, har eg fari at hava fokus á mín inniliga kærleika til tónleik, og eg havi góðar tónleikarar afturat mær. Vit fara ordiliga at njóta løtuna saman við áhoyrarunum, sigur hon.

Konsertin við Lindu Andrews á Reinsarínum í Havn í kvøld byrjar kl 20:00.