Liðugt: Flogbóltsmenninir taptu móti Saaremaa

OYL 15: Manslandsliðið í flogbólti spælir móti Saaremaa í løtuni

Manslandsliðið í flogbólti spælir í hesi løtu móti Saaremaa. Saaremaa verður mett sum tað sterkasta liðið í manskappingini, har nógvir av teirra leikarum spæla sum yrkisleikarar.

 

Føroysku menninir hava higartil vunnið allar sínar dystir.

 

Føroyar-Saaremaa 0-3 

 

 

3 sett:

 

Føroysku menninir taptu dystin móti Saaremaa. Saaremaa vann eisini triðja sett, sum endaði 25-23 til Saaremaa.

Sigast skal tó, at føroysku venjararnir valdu at spara fleiri leikarar til dystin í dag, orsakað av tøttu dystarskránni á oyggjaleikunum. Skuldi tað hent seg, at Føroyar koma at spæla móti Saaremaa í finaluni, so eiga føroyingar avgjørt at hava møguleika.

Í hálvfinaluni bendir alt á, at Føroyar skal spæla ímóti Álandi.

 

Triðja sett (Føroyar-Saaremaa) 0-3, triðja settið endaði 23-25

 

2 sett:

 

Drúgva fyrsta settið, sum endaði við teprum ósigri til okkara menn, hevur merkt teir føroysku leikararnar í øðrum settið. Saaremaa var omaná gjøgnum alt settið, og endaði við at vinna sannførandi 25-13.

 

 

Annað sett (Føroyar-Saaremaa) 0-2, annað sett endaði 13-25

 

1 sett:

 

Talan er um serstakliga spennandi dyst millum Føroyar og Saaremaa. Fyrsta settið er júst liðugt, sum endaði við 27-29 til Saaremaa.

 

Føroysku leikararnir vóru annars á odda bæði 24-23 og 24-25. Men tað bleiv altso Saaremaa sum dró tað longra stráðið í fyrsta settinum.

 

Fyrsta sett (Føroyar-Saaremaa) 0-1, fyrsta sett endaði 27-29

 

 

 

Leikararnir á tí føroyska manslandsliðnum eru hesir:

 

Thorvald Danielsen, Aalborg HIK

Bjarki Enni, Amager VK

Trygvi Hansen, ÍF

Rói Hentze, Fleyr

Bárður Jacobsen, ÍF

Bjarni Larsen, BK Tromsø

Bogi Midjord, Amager VK

Bergur Olsen, Fleyr

Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir

Suni Juul Pedersen, Fleyr

Rasmus Mortensen Potts, Fleyr

Brian Poulsen, ÍF

 

Venjarar á manslandsliðnum eru Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haralsstovu