Liðug at kanna Suðuroyartunnilin næsta ár

Samgongan hevur sett sær fyri, at allar neyðugar kanningar í sambandi við ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Suðuroynna verða lidnar við ársenda í 2024.

 

Tað sæst í frágreiðing løgmans á ólavsøku.

 

Løgtingið samtykti í undanfarnu tingsetu at heimila landsstýrinum ókeypis at avhenda alt viðkomandi tilfar til P/F Suðuroyartunnilin, sum skal standa fyri at gera fyrireikingar lidnar. Arbeiðið er í gongd og verður væntandi liðugt næsta ár.

 

Í hesum sambandi hevur løgmaður heitt á politisku flokkarnar í Løgtinginum um at velja umboð í ein politiskan fylgibólk til tess at tryggja, at arbeiðið er væl kjølfest, og at allir flokkarnir hava neyðuga innlitið og møguleika at koma til orðanna.