Liðskiparin hjá Brasilia í 58 deyður

Liðskiparin hjá Brasilia við HM kappingina í 1958, Bellini, er deyður, 83 ára gamal.

Liðskiparin hjá Brasilia við HM kappingina í 1958, Bellini, er deyður, 83 ára gamal.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Verjuleikarin leiddi liðið, íroknað 17 ára gamla Pele, til ein 5-2 sigur móti vertstjóðini, Svøríki, í finaluni í 1958,  so Brasilia vann steypið á fyrsta sinni.

 

Hann er sagdur at vera fyrsti liðskiparin, sum lyfti HM steypið langt upp yvir høvd.

 

- Brasilianskur fótbóltur syrgir deyðan hjá hesum stóra manni og góða liðskipara, segði forsetin fyri Brasilianska Fótbóltssambandinum, Jose Maria Marin.

 

- Eg hitti hann meðan hann var í Sao Paulo, har hann prógvaði, at ikki bert var hann ein fram úr verjuleikari, men hann var eisini ein gentlemaður og ein eksemplariskur professionellur, helt Marin fram.

 

Bellini, sum leið av Alzheimers sjúku síðani 2011, verður hildin av doyggja av komplikatiónum eftir ein hjartatilburð.

 

Í 1960 var ein standmynd sett upp av Bellini, sum vann 51 landsdystir fyri land sítt, sum sýnir hann standa við uppruna Jules Rimet steypinum í aðrari hondini, uttan fyri Maracana Fótbóltsvøllin.

 

HAnn vann steypi- aftur í 1962 í Chile fýra ár seinni, men tá var hann bert ein eykaleikari.

 

Bellini, sum leikti við Vasco da Gamas, Sao Pauo og Atletico Paranaense, verður jarðaður i heimbýnum, Itapira, fríggjadagin.