Liðið hjá Rakul vann týdningarmiklan sigur á útivølli

Tað eydnaðist Ringkøbing at knógva Aarhus United í kvøld

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing ferðaðust í dag til Aarhus fyri at spæla dyst móti Aarhus United í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Ringkøbing at vinna dystin 33-31. Í steðginum var Ringkøbing á odda 18-16.

 

Ringkøbing er nú fjórðaftast í deildini við seks stigum fyri átta dystir. 

 

Rakul sum hevur fingið nógva spælitíð hjá Ringkøbing undanfarnu dystirnar mátti í kvøld spæla aðru violin. Kappingarneytin, Emma Friberg vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum í kvøld.

 

Leygardagin 28. oktober tekur Ringkøbing móti Keypmannahavn á heimavølli.