Liðið hjá Jóan Símuni tapti triðja dystin á rað

Shkupi er í tungum sjógvi fyri tíðina

Fyri triðu ferð á rað taptu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag tapti Shkupi 2-3 fyri Vardar á útivølli. 

 

Yumemi Kanda legði Shkupi á odda longu í 10. minutti, men undan steðginum hevði heimaliðið skotið tvey mál. Tá 76 minuttir vóru leiktir javnaði Dzemal Ibishi til støðuna 2-2, men bert sjey minuttir seinni skoraði Vardar sigursmálið.

 

Shkupi er nummar seks í deildini við 16 stigum fyri 14 dystir. Shkendija, Gostivar og Sileks eru fremst í deildini við 27 stigum.

 

Trý tey fremstu liðini vinna seg í evropeisku kappingarnar, og Shkupi er samstundis eisini rokið úr steypakappingini, so í løtuni sær svart út hjá Jóan Símun og liðfeløgunum at røkka Evropa, men nógv er eftir av kappingini.

 

Sunnudagin 24. november kann Shkupi stytta um frástøðuna til topp-3. Tá taka teir móti Sileks á heimavølli. 

 

Sunnudagin 17. november klokkan 14 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia á Todor Proeski Arena í Skopje. Tað verður uttan Jóan Símun í hópinum.