Liðið hjá Hákuni vann seg víðari í týsku steypakappingini

Hákun West av Teigum fær ikki nógva spælitíð í hesum døgum

Hálvi tvørámaðurin á danska landsliðnum, 42 ára gamla legendan, Hans Lindberg avrikar framúr væl á høgra veingi fyri Füchse Berlin.

 

Tað er framúr gott fyri Füchse Berlin, men tað merkir samstundis, at okkara egni Hákun West av Teigum má brynja seg við toli og taka møguleikan tá hann býðst. Men Hákun fær neyvan ein betri lærumeistara.

 

Hákun og hinir í hópinum hjá Füchse Berlin ferðaðust í dag úr Berling til Erlangen í Bayern í syðra partinum av Týsklandi fyri at spæla dyst í týsku steypakappingini.

 

Füchse Berlin var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin, men tað stóð veruliga á gomlum nøglum í dag. Aftaná vanliga leiktíð var støðan javnleikur 30-30. Füchse Berlin var á odda 16-13 í steðginum.

 

Liðini fylgdust fyrstu seks minuttirnar av longdu leiktíðini. Tá var støðan javnleikur 34-34. Seinastu løtuna var Füchse Berlin tó omaná og vann dystin 38-35.

 

Füchse Berlin hevur nógvar dystir at spæla í bundesliguni, í European League og í steypakappingini, so Hákun fer at fáa møguleikan aftur. Vónandi skjótt.