- Skal eg siga mína meining – og kanska gera nógv fólk bilsin – so havi eg altíð elskað tónleikin hjá Frændum, segði Óli Breckmann í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið, og hann fekk lógvabrestir frá áhoyrarunum.
- Eg undirstriki, at mær dámdi tónleikin. Mær dámdi enntá nakrar av sangunum, og eg havi ofta upplivað, hvussu stóran týdning sangirnir hjá Frændum hava til veitslur kring landið.
Tá ið Óli Breckmann síðani fekk høvi at gera viðmerkingar til politiska innihaldið í sangunum hjá Frændum, tá var tónin ikki so rósandi.